KRING FØROYAR Á TVEIMUM HJÓLUM

Í bili sita vit innibyrgd. Bilrúturin er sum eitt annað sjónvarp, har ið vit sita sum passivir eygleiðarar. Men á súkklu er eingin rútur. Tá ferðast tit ikki bara fram við øll hesi náttúrustøðini – tit ferðast í teimum.  

Tað finnast nógvir mátar at ferðast í egnum landi. Men at súkkla oyggj í oyggj er ein heilt serlig uppliving. Vegakervið í Føroyum er framúr, og nærum allar oyggjarnar eru knýttar saman við undirsjóvartunlum, brúgvum og ferjum. Tit kunnu súkkla heilt úr Viðareiði til Gásadals – í einum. 

10 teir bestu súkklutúrarnir

HAVIÐ Í HUGA

  • Millum bygda er landsvegur og sjáldan nøkur súkklubreyt. Sannlíkt verða tit yvirhálað av bilum og lastbilum. 
  • Nógvir tunlar eru í Føroyum, og summir eru rættiliga myrkir. Minnist til súkklulykt og endurskin, og latið tykkum í bjørt klæðir. 
  • Ikki er loyvt at súkkla gjøgnum Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.
  • Teinar millum bygda kunnu vera langir. Havið neyðugu útgerðina við (t.d. eykadekk, GPS og telefon). 
  • Føroyska veðrið er skiftandi, so latið tykkum væl í. Handskar fylla lítið og koma væl við. 
  • Sigið altíð fólki frá, hvar ið tit fara – um so er, at okkurt skuldi hent. 

SIG SO TAÐ

Tað er eitt vet longri at súkkla frá brúnni við Streymin til Tjørnuvíkar enn til Saksunar.

Neyðug súkkluútgerð

Súkklan skal hava klokku, hvítt endurskin framman, gult endurskin á pedalunum og hjólunum og reytt endurskin aftan. Hetta er serliga umráðandi í tunlunum og í myrkri annars. Slík ljós kunnu keypast í súkkluhandlum kring landið. 

At súkkla við børnum

Er mann eldri enn 15 ár, kann mann hava tvey børn, sum eru yngri enn 8 ár, við á súkkluna, um súkklan er gjørd út til hetta. Børnini skulu sita íbúndin, uttan mun til um tey sita í barnastóli ella súkkluvogni.

Ferðslureglur

Súkklið altíð á høgru síðu, og um súkklubreyt er til taks, so súkkla tit á henni. Gevið tekin við arminum, tá ið tit annaðhvørt seta ferðina niður, snara ella steðga. 

Hjálmur

Tað er ikki lógarkrav at súkkla í hjálmi, men tað er tó ikki býtt.

TIL REIÐAR?

Tit hava hópin av møguleikum, vilja tit súkkla í Føroyum. Tit kunnu leiga ymiskar súkklur frá Rentabike.fo og ARA Tours  so sum e-súkklur, fjallasúkklur og hybrid-súkklur. Skal súkklan á verkstað, kunnu tit vitja Súkkluverkstaðið hjá Gunnari og Rentabike.fo.