KAMPING
Hvar er best at liggja nátt, tá ið mann ferðast í egnum landi? Tað veldst um, hvønn mann spyr. Spyr mann tó fólk í grannalagnum, sum hava ein kampingvogn standandi í túninum, so veit mann svarið frammanundan.
At “kampa” er ein tráan eftir tí einfalda. Veri tað seg við tjaldi ella kampingvogni, so stendur kampinglívið ofta í andsøgn við lívið, sum flestu okkara kenna tað. Tað er baksut, og tað er trongt. Men onkursvegna eru vit meira lagalig, tá ið vit vakna til ein nýggjan dag mitt úti í tí beru náttúruni, "har vindar venda", sum skaldið sang. Kaffi, sum verður drukkið úr einum plastikkkoppi úti í náttúruni smakkar minst líka gott – um ikki betur – enn kaffið úr sunnudagsstellinum í fínustovu heima við hús.
Vælkomin út á villar víddir,
her skal eingin spara seg.– Kári P (Villar víddir, 1991)
Summastaðni eru vegirnir smalir, og tit kunnu ikki koyra við kampingvogni – eitt nú til Tjørnuvíkar og Múla. Bussleiðin til Tjørnuvíkar sæst her.
HEFTI UM KAMPING
Í hesum heftinum fáa tit yvirlit yvir mongu kampingøkini í Føroyum umframt upplýsingar um samband. Teksturin er á enskum og týskum.
Vitjið annars camping.fo fyri at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir økini og síggið prísir og tænastur, sum ymisku økini hava at bjóða. Sum áður nevnt: Gevið gætur, at summi øki bert eru ætlað til tjøld.
Ymiskt til túrin so sum tendriveska til stormkøkar fæst til keyps her:
KAMPINGØKI
Tórshavn Kamping
Kamping yviri við Strond
Tórshavn
Kamping Eiði
Kampingpláss til 60 kampingvognar og 10 telt
Eysturoy
Kamping á Sandi
Kampingplássið á Sandi er opið
Sandoy
Kamping Vágseiðið
Kampingplássið í vøkrum umhvørvið í Vági
Suðuroy
Camping Æðuvík
Eysturoy
Neysting
Vit bjóða serføroyskar gistingar í produkti okkara BátaBólinum. BátaBólið hongur í siðsøguligum neysti í Froðba.
Suðuroy
Kamping í Dali
Dalur hevur gott kamping og tjaldingarpláss
Sandoy
Tjaldingarplássið í Svínoy
Tjaldingarpláss í Svínoy
Norðoyggjar
Giljanes Kamping
Kampingpláss
Vágar
Suðuroy
Camping Elduvík
Eysturoy
Kamping í Nólsoy
Kamping uttanfyri Havnina
Streymoy
Kampingplássið í Mikladali
Norðoyggjar
Flatnagarður, Camping við Gjógv
Friðsælt campingpláss í vøkru bygdini Gjógv
Eysturoy
Frammistovugarður ból
Sov á bólið í seyðafriðaða Lyngbrekkudali
Streymoy
Eysturoy
Kamping Trongisvágur
liggur beint spælipláss, ítróttarøkið og viðarlund
Suðuroy
Camping í Fuglafirðii
Camping á parkeringsøkinum við Mentanarhúsið
Eysturoy
Teltplássið í Mykinesi
Ynskir tú at tjalda í Mykinesi, so er pláss til 10 tjald á plássinum.
Vágar