SÁLARRÓ

Tað er so ymiskt, hvat rennur í hug, tá ið vit hugsa um orðið 'upplivingar'. Onkur hugsar: leypa út úr flogfari í fallskíggja, og onkur hugsar: klintrast í fjøllum. Men tað finnast eisini tey, sum vilja hava "stillar" upplivingar, sum kveikja, lívga, vekja ans og geva íblástur.

Til tykkara hava vit savnað saman 5 ymisk sløg av upplivingum, sum tit kunnu lesa nærri um niðanfyri: Søvnini í Føroyum eru nógv, og tey eru altíð eina vitjan verd. Tit kunnu eisini vitja kirkjurnar í Føroyum. Tær eru forvitnisligar, tí tær – umframt at geva sálarró – listaliga eru væl frágignar. Tit kunnu eisini lesa um landbúnaðarferðavinnu, tí har eru nógv stuttlig tiltøk, sum mann kanska hevði gloymt ella ikki visti um. Síðst, men ikki minst, kunnu tit lesa um heilsubót (dyppa, spa, sauna o.s.fr.) og ymiskar bindiklubbar og leirverkstøð í Føroyum. 

af alle latterlige ting forekommer det mig at være det allerlatterligste at have travlt

- Søren Kirkegaard