Økis-guide | Átta greinar

FØROYAR Í ÁTTA ØKJUM

Átjan lítlar oyggjar tilvildarliga stroyddar út í Norðuratlantshavið. Tað er sjáldsamt, hvussu eitt so lítið oyggjasamfelag kann verða so fjølbroytt. 

Vit hava býtt Føroyar upp í átta ymisk øki, sum ger tað lættari hjá tykkum at skipa túrarnar, tá ið tit ferðast í egnum landi. 

Norðuroyggjar eru sum ein lítil oyggjabólkur fyri seg við øllum teimum risastóru fjøllunum. Tað er einki at siga til, at tey rópa tað ‘norðuri í myrkrinum’. 

Harnæst kemur Eysturoy. Hóast at hon er næststørsta oyggin, hevur hon størsta fjallið (og tað næsthægsta við). 

Streymoynna hava vit býtt í trý: Norðstreymoy er sjáldsama vakurt, og har fer mann ikki uttan myndatól. Í Suðurstreymoy hava vit flokkað oyggjaparadísini Nólsoy, Hestur og Koltur, og umframt Norð- og Suðurstreymoy hava vit eina heila síðu um heimsins minsta høvuðsstað: Tórshavn

So kemur Sandoyggin. Tann snotiligasta av øllum. Samanborið við Norðuroyggjar eru Sandoyar fjøll sum heyggjar. Vit hava knýtt Skúvoy og Stóra Dímun upp í hetta økið. 

Sunnast í Føroyum er Suðuroy. Hon er sum einar mini-Føroyar: summastaðni grefligar fjallarøðir sum í Norðuroyggjum, aðrastaðni grønt og vallað sum í Sandoy. Og nú mundu vit gloymt Vágar og Mykines. Yndisoyggjarnar hjá øllum fuglakennarum, fjallatussum og fotografum. 

Øll hesi átta økini niðanfyri hava ymiskt at bjóða. Stóri spurningurin er nú bara: Hvar skal mann byrja?