Økis-guide
SUÐUROY
Suðuroyggin er sum ein minni útgáva av øllum Føroyum. Her eru bæði býir og havnarløg og bygdir og turkiløg. Her eru himmalhøg fjøll, men eisini vallaðir dalar. Men tó so er Suðuroyggin heilt serstøk. Suðringar hava øðrvísi málføri og – vilja tey sjálv vera við – øðrvísi sinnalag.
Vegakervið í Suðuroy er øgiliga gott. Tit kunnu vitja allar bygdirnar í bili ella á súkklu. Eisini eru nógvar bygdagøtur, sum eru góðar at ganga.
Minnist eisini til at gera eitt lítið rend á Lopranseiði, tá ið tit leggja leiðina í ein norðan aftur. Har eru vøtn, vesturskin og hugni fyri allar pengarnar (uttan at brúka eina krónu). Á Lopranseiði ber eisini til at síggja lunda.
Smyril leggur at Krambatanga, sum er beint yvir av høvuðsstaðnum í Suðuroy: Tvøroyri. Stutt haðani er ein loyniligur blettur, sum er nakað so yndisligur: Hvannhagi. Hava tit ikki hoyrt um Hvannhaga, so ljóðar tað ikki av nógvum; men hava tit sæð myndirnar, so vita tit, hvat ið vit meina. Ein túrur í Hvannhaga er besti familjutúrur, ið hugsast kann. Tað er ein fittur teinur at ganga – 3 km frá Trongisvági – men tað er tað vert.
Hjá MorMor
Hjá MorMor er gula húsið, við lítlari seymistovu, café & tiltøkum & gisting
Suðuroy
Kolanámi í Hvalba
Ein goymdur skattur í Føroyskari søgu
Suðuroy
Ruth Smith Savnið
Nógv verk, ofta naturalistisk realistisk, málaði hon á Nesi í Vági
Suðuroy
Kirkjan í Fámjin
Kirkjan í Fámjin í dag er bygd í 1875 og tikin í nýtslu í februar 1876
Suðuroy
Tangabúðin á Tvøroyri
Besti ísurin í býnum
Suðuroy
Visit Garden. Urta- og blómugarður á Tvøroyri
Urta- og blómugarður á Tvøroyri
Suðuroy
SALT
Salt silo sum mentunardepil
Suðuroy
Hjá Jugga
Mat og kaffistova
Suðuroy
Pálshøll
høll við 50 m. svimjihyli við 6 geilum, barnahyli, vælverudepli, venjingarmiðstøð og café-øki
Suðuroy
Vesturgarður
Øll pløggini eru hondbundin úr føroyskari ull. Stuttflutt og burðardygt
Suðuroy
Sumbiar sóknar bygdarsavn
Fuglasavnið
Suðuroy
Sandvíkar Kirkja
Kirkjan varð bygd Á Bø í Froðba í 1840.
Suðuroy