Líknandi Tilfar
Líknandi Tilfar
Koltur er fløt øðrumegin og stendur beint upp í loft hinumegin, næstan 500 metrar høg. Tað sjáldsama við Koltri er, at hon er mestsum eitt livandi museum og er ávegis at verða eitt náttúru-reservat. Hon verður sostatt karmur um tað fyrsta friðaða landøkið í Føroyum, sum merkir, at plantulívið skal sleppa at vaksa púra ótarnað. Tað er Lendisbati, sum stendur fyri hesum.
Eingin býr í Koltri nú, men menniskjaligt virksemi er dagfest heilt aftur í 9. øld. Seinni eru tvær búsetingar komnar: Heima í Húsi og Norðuri í Gerði. Sambært Jarðarbókini eru tey yngru húsini ikki bygd seinni enn í 1584. Í dag er tað Tjóðsavnið, sum tekur sær av hesum søguligu bygningum. Á Koltri er ógvuliga forkunnugt at vitja – bæði við báti og tyrlu.
Nú síggja tit tað fyri tykkum: Tvær væl varðveittar búsetingar úr miðøld á eini einsamallari oyggj, har ið eingin býr. Hvat rennur tykkum í hug? Gysarafilmar, sjálvandi. Henda sama tanka fekk føroyska toymið aftan fyri føroysk-danska ræðufilmin No Rest For The Wicked, sum varð upptikin í Koltri í 2024. Søgan gongur fyri seg í Koltri og fer fram fyri fleiri øldum síðani. Leikarar í filminum eru m.a. danski Pilou Asbæk og íslendski Jóhannus Haukur Jóhannesson, sum báðir hava spælt við í Game of Thrones. Føroyskir leikarar eru eitt nú Kjartan Hansen, Sofía Nolsøe Mikkelsen og rokkstjørnan Brimheim.