UM FERÐAVINNUNA

 

Her finna tit kunning og hagtøl um ferðavinnuna í Føroyum.

Ferðafólkatal

Enn finnast eingi hagtøl, sum vísa, júst hvussu nógv útlendsk ferðafólk vitja í Føroyum á hvørjum ári. Kortini eru ymisk hagtøl og ymiskar kanningar gjørdar, sum gera tað møguligt at gera eina meting.

Uml. 100.000 útlendsk ferðafólk vitjaðu í Føroyum í 2022, tá vit leggja øll tølini saman (útlendsk ferðafólk flogvegis og sjóvegis). Vága Floghavn hevur síðani 2019 skrásett tjóðskapir hjá ferðafólkum, sum ferðast umvegis Vága Floghavn. 

Í 2022 komu uml. 70.000 útlendsk vitjandi flogvegis um flogvøllin í Vágum. 

Í 2022 var talið av útlendskum gestum, sum komu við ferðafólkaskipum og Norrønu tilsamans 30.000. Starvsfólk umborð á skipunum eru ikki tald við.

Samanborið við fleiri av smáu oyggjasamfeløgum rundan um okkum, hava Føroyar lutfalsliga fá ferðafólk.

Fleiri hagtøl og frágreiðingar eru at finna í ársfrágreiðingum, sum kunnu lesast niðanfyri.

 

Gistingar

Í 2022 vóru 228.757 gistingar skrásettar í Føroyum tilsamans, samanborið við 173.913 í 2021. Tað svarar til ein vøkstur á góð +32%. Tá eru Airbnb tøl ikki tald við. Hetta talið inniheldur eisini føroyingar, ið hava gist í Føroyum. Føroyingar stóðu fyri 49.399 gistingum í 2022, svarandi til 22% av teimun samlaðu gistingunum. Hetta kann samanberast við 57.454 (33%) í 2021, 33.496 (35%) í 2020 og 30.628 (18%) í 2019.

Hetta merkir sostatt ikki, at tað vóru 228.757 útlendsk ferðafólk í Føroyum, men at 228.757 gistingarnætur vóru skrásettar. Ein gistingarnátt (bed night) tekur hædd fyri talið av gestum í hvørjum kamari. Til dømis, um eitt kamar hevur tveir gestir í tríggjar nætur, svarar tað til seks gistingarnætur.

 

Danmark er, sum áður, enn tann størsti marknaðurin, við nærum 28% av teimum útlendsku gistingunum, men aðrir marknaðir vaksa nú skjótari. Sum tað framgongur, koma tey vitjandi í størstan mun frá nærmarknaðunum, men talið av vitjandi úr meira fjarskotnum londum økist eisini. Tað er ikki longur flestu gistingar hjá útlendingum sum verða gjørdar á gistingarhúsum, eini 51% av teimum samlaðu gistingunum eru skrásettar fyri 2022. 53% av øllum gistingum verða gjørdar í Suðurstreymi.

Mest vanligt er at koma til Føroyar sum einstaklingur ella í minni bólki á eini frítíðarferð, men talið av vinnuferðum er støðugt vaksandi.

Síðani 2013, tá gistingartølini aftur vórðu savnaði inn, kann staðfestast, at vit eru farin frá 132.265 gistingum í 2013 til 228.757 í 2022. Hetta svarar til ein vøkstur á 73% fyri alt tíðarskeiðið. Tá eru Airbnb tøl ikki tald við. Gistingarhagtølini frá Hagstovuni innihalda ikki tølini fyri Airbnb, tí amerikanska fyritøkan ikki almannakunngerð síni hagtøl. Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini, ikki minst tí, at alt bendir á, at hetta er ein av teimum gistingarhættunum, ið er mest vaksin seinastu trý árini. Samlaða talið av gistingum er sostatt størri enn nevnt omanfyri. Fleiri enn 400 føroyskir brúkarar leiga nú sín bústað út á Airbnb.

(Kelda: Hagstova Føroya)

Ársverk

Í 2018 vóru 643 ársverk í ferðavinnuni, samanborið við 625 í 2017, við 607 í 2016 og við 385 í 2011, tá kanningin byrjaði. Gott 40% av ársverkunum eru innan flutningsfyritøkurnar, ferðaskip og ferðaskrivstovur.

Mett verður, at tað eru umleið 1000 ársverk knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men eisini tann útgangandi parturin. Innkomandi ferðavinna er útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroyar, og útgangandi ferðavinna er, tá ið føroyingar ferðast uttanlands.

 

Triðstórsta útflutningsvinna

Ferðavinnan stóð í 2015 fyri 6,5% av útflutningsvirðinum. Hetta merkir, at ferðavinnan er triðstørsta útflutningsvinnan í Føroyum.

Tíverri eru ikki nýggjari tøl fyri samlaða føroyska útflutningin. Samlaða útflutningsvirðið fyri Føroyar fyri 2016 og 2017 kemur ikki fyrr enn seint í 2019.

Umsetningur

Útlendsk ferðafólk keyptu tænastur og vørur fyri 731 mió í 2018. Hetta er ein vøkstur á 20,6% í mun til umsetningin í 2016, tá kanningin seinast varð gjørd. Tá var umsetningurin 606 mió. kr. Vøksturin frá 2016-2017 var 15% og vøksturin frá 2017-2018 var 5%. Til samanberingar var umsetningurin í 2011 á kr. 384 mió.

 

Sundurgreiningin vísir, at 45% av umsetninginum í 2018 stavar frá flutningsfeløgum, ferðaskipum og ferðaskrivstovum. Umleið 26% frá sølu av mati- og drykkjuvørum, eins og matvøruhandlum, og umleið 11% frá gistingarstøðunum. Nevnast skal, at Airbnb tølini ikki eru roknaði við í gistingarumsetninginum. Írestandi er býtt millum flutning innanlands, klædnasølu, upplivingar og annað virksemi.

Bruttovirðisøkingin innan ferðavinnuna er vaksin úr kr. 165 mió. í 2011 til kr. 379 mió. í 2018. Hetta er ein vøkstur uppá 230% í samlaða tíðarskeiðinum.

Kelda: Hagstova Føroya