AT ETA ER AT LIVA

Í hitalondum fyri sunnan skulu tey bara toyggja seg í skugganum, og so detta appilsinir og súrepli niður í skallan á teimum. Her á landi fáa vit við neyð og deyð eina kálrót upp úr harðfrystu moldini.  

Í hundraðtals ár hava føroyingar bókstaviliga etið frá hondini í munnin. Spurdi mann tey tá, søgdu tey: at eta er at yvirliva. Í dag siga vit: at eta er at liva – at smakka, njóta, sosialisera. 
Niðanfyri eru fýra brellbitar, sum lýsa ymiskar matsiðir í okkara herligu samtíð: Alt frá Michelin-stjørnum og Heimablídni til pitsu, brunsj og tofu.