Ambassadørar í vinnuferðavinnu
Visit Faroe Islands miðjar ímóti at skapa eitt netverk við fleiri hundrað eldhugaðum ambassadørum, sum marknaðarføra Føroyar sum eitt stað at hýsa altjóða fundum, ráðstevnum, tiltøkum og ‘bonus' túrum.
Okkara ambassadørar arbeiða fyri at fáa altjóða ráðstevnur, fundir og tiltøk til Føroya. Ambassadørar bjóða seg og Føroyar fram sum vertland og vísa á, hvussu Føroyar hava allar neyðugu karmar - og meira afturat - at skipa fyri framúr altjóða tiltøkum.