CLOSED FOR MAINTENANCE
Á vári 2019 hendi nakað serligt. 100 útlendsk ferðafólk komu sjálvboðin til Føroya – ikki bert fyri at síggja lundar ella hús við flagtaki, men fyri at viðlíkahalda gøtukervið, at skelta og gera útsýninsstøð. Átakið “Closed for Maintenance” prógvaði, at marknaðarføring og menning støðast best, tá ið tey ganga hond í hond.
Tilmelding til CFM 2026 er OPIN!
Komið og brettið upp ermar.
Tað er stuttligt, kropsligt og frískligt!
UPPLÝSINGAR UM TILTAKIÐ
Arbeiðsdagarnir eru 30. apríl og 1., og 2. mai til á middegi. Meldar tú teg til eina verkætlanir á útoyggj, ella har ein einans sleppur til við báti, verður farið frá meginøkinum mikudagin 29. apríl.
GISTING OG MATUR
Tú verður boðin at gista á arbeiðsstaðnum og vit mæla til at taka av hesum møguleika. Gistingin er við í kostnaðinum. Verkætlanarleiðarin, á tí verkætlanini tú kemur á, vendir sær til tín hesum viðvíkjandi. Umframt máltíðir, ert tú boðin í endaveitslu í Tórshavn leygarkvøldið 3. mai.
ALDURSMARK
Tað er neyðugt at verða fyltur 18 ár áðrenn fyrsta arbeiðsdag fyri at luttaka.
VERKÆTLANIR
Tá ið tú meldar teg til, fært tú høvið at ynskja tær eina verkætlan. Vit gera alt vit eru ment at koma ynski tínum í møtið, men tað kann henda seg at tað ikki ber til, og tú fært pláss á eini aðrari verkætlan. Vel gjarna eina fyrstu og eina aðru raðfesting.
LUTTØKUGJALD OG TILMELDINGARFREIST
Tilmeldingin er persónlig og bindandi.
Av skattligum orsøkum verður eitt luttøkugjald á kr. 200,- tikið.
Teir fyrstu føroyingarnir, sum tekna seg og rinda, verða partur av arbeiðstoyminum.
Tilmeldigin fer fram HER.
Síðan 2019 hava sjálvboðin ferðafólk – og eisini føroyingar – skrivað seg á listan á hvørjum ári. Hví koma tey? Gud viti. Helst tí at tað kennist gott at hjálpa. Fólk fáa jú einki afturfyri. – Fyriuttan heitan nátturða eftir at hava verið úti í várkuldanum og arbeitt allan dagin. Umframt nýggjar vinir og minni fyri lívið.
Tá ið Closed for Maintenanace 2019 var liðugt, gekk ikki long tíð, áðrenn avgerðin varð tikin um at halda fram við hesum. Átakið royndist serstakliga væl. Bæði sjálvt arbeiðið, men eisini marknaðarføringin: at menna Føroyar sum ferðamál á henda hátt. Síðan 2019 hevur tiltakið verið á hvørjum ári.
Sí undanfarin ár
Nærri kunning
Vilja tit vita meira um Closed for Maintenance, kunnu tit lesa ensku síðuna niðanfyri. Har eru eitt nú hagtøl og annað. Tit kunnu eisini seta tykkum í samband við Jóhan Paula Helgason umvegis teldubræv: johanp(a)visitafaroeislands.com.