NERVAR ÚR STÁLI
“Her er so trygt og so friðarligt”. Soleiðis lýsa summi okkara heimland. Og fyri útlendingar eru Føroyar helst ein skái í tilveruni. Men tað er bara helvtin av sannleikanum. Føroyar eru tað, vit gera tær til. Tí tær eru so sanniliga eisini spælipláss hjá teimum váðafúsu og óttaleysu.
Ja, hvar skal mann byrja? Øll hesi tilboð, sum verða boðin fram – hvørt meira spennandi enn annað. Hvat við at sveimflúgva millum fjøll og skýggj? Ov nógv av tí góða? Kanska heldur ein súkklutúr oyggj í oyggj? Um tit vilja bjóða av, so kunnu tit leypa av sjóvarkletti ella síga í rennistrongi. Ella farið og upplivið Føroyar upp-og-niður og sígið og klintrið í bergum.
Tað er einki at bíða við. Niðanfyri eru upplivingar til øll, sum vilja fáa pulsin upp.