EITT, TVEY, TRÝ, OG …
Klettar, berg og gjáir. Føroyska náttúran er ekstrem, og er tað einki at siga til, at ekstremsportur er farin at vinda upp á seg her á landi.
Tað finnast nógvir villkattar blant øll ferðafólkini, sum leita sær til Føroya á sumri. Hesi vilja hava upplivingar út yvir tað vanliga. Av tí sama eru nógvar føroyskar fyritøkur farnar at bjóða seg fram at veita slíkar tænastur. Hesi hava neyðugu útgerðina og vitanina, so at tit – veri tað seg arbeiðsplássið, bindiklubburin ella polterabendið – kunnu fáa eina uppliving fyri lívið … um tit tora.
AT LEYPA AV SJÓVARKLETTI
At leypa av sjóvarkletti er ikki sum at leypa av vippu í eini svimjihøll. Niðanfyri brýtur brimið, og gosið stendur beint upp í andlitið.
At leypa av sjóvarkletti er samstundis ikki nakað mann gloymir uttan víðari. Jú, rúsurin fánar, og kroppurin verður “nullstillaður” eftir nakrar dagar. Men søgurnar! Hetta kann mann við góðari samvitsku reypa um aftur og aftur í áratíggju.
AT SÍGA Í RENNISTRONGI
Eingin vandi er á ferð, har mann stendur við hjálmi, ketum og reipum tvørtur um limar og bul. Heilin veit, at einki er at ræðast. Men tað ger kroppurin ikki. Har stendur mann við knýttum nevum og rópar og flennir. Veit ikki síni livandi ráð. Men so spennir mann í og loypur: fúkandi omaneftir, pums á sjógv. Og so beint niðanaftur í køina sum eitt lítið barn at rópa: “umaftur!”