CLOSED FOR MAINTENANCE
Átakið ‘Closed for Maintenance’ verður endurtikið á hvørjum ári. Endamálið er at savnast og at menna eina ferðavinnu í Føroyum, ið virðir náttúru, fólk og mentan.
Hetta er eitt gott høvi hjá kommunum, hagapørtum og øðrum at fremja neyðugar ábøtur og at fyrireika økini at taka ímóti ferðafólkum. Øll øki í landinum hava javnbjóðis møguleika at luttaka í átakinum. Pláss er fyri áleið 10 ymiskum verkætlanum kring landið, og vit bjóða umleið 100 sjálvbodnum útlendingum at luttaka. Umframt allar fyriskiparar, arbeiðsformenn o.o., fáa umleið 40 sjálvbodnir føroyingar eisini høvið at luttaka í verkætlanunum, soleiðis at øll arbeiðslið verða væl umboðað av bæði føroyingum og útlendingum.
“Tað gevur sera góða meining at leggja orku í at varðveita gomlu bygdagøturnar, sum okkara forfedrar reistu fyri nógvum hundrað árum síðani.”
– Magni Blástein
Visit Faroe Islands letur umsøkjarunum eina fasta upphædd fyri kost og innivist. Tað er tó kommunan/kunningarstovan, sum síðan ger av, hvørjir veitarar í økinum verða heittir á at veita mat og gisting.
Síðan 2019 hava 36 verkætlanir verið við í Closed for Maintenance (25 ymiskar verkætlanir) í 11 oyggjum. Fleiri enn 500 fólk hava luttikið, og tey eru komin frá 40 ymsum londum. Hetta er bert ein lítil brotpartur av teimum 13.463 fólkunum, sum hava søkt um at sloppið við. Arbeitt hevur verið í øllum veðri, og uppgávurnar hava eisini verið sera ymiskar.
“Hetta er nakað, sum skapar samanhald um nakað, sum vit øll eiga, og sum vit hava eina felags ábyrgd av at halda við líka: nevniliga føroysku náttúruna.”
– Jóhan Pauli Helgason
Náttúran er altíð í støðugari broyting. Veður og skiftandi árstíðirnar seta síni spor, samstundis sum at menniskjaliga brúksmyntrið broytist. Um vit vilja varðveita og verja náttúruna, er tað av týdningi, at vit royna at skilja broytingarnar og fyribyrgja óneyðugt slit.
Ábøtur krevja viðlíkahald, og einki er viðlíkahaldsfrítt. Vit koma tí helst ongantíð heilt á mál, men vit trúgva upp á góðan arbeiðshug og á týdningin av einum sosialum og mentanarliga stimbrandi arbeiðshátti.
“Arbeiðið, sum vit megnaðu í felag, gjørdi veruligan mun. Eg føli eisini, at eg sjálv fekk nógv burturúr. Eg eri vorðin meira tilvitað um, hvussu týdningarmikið tað er at hava virðing fyri okkara náttúru, og eg lærdi ymiskt, ið eg ikki visti frammanundan”
– Durita