“CLOSED FOR MAINTENANCE – OPEN FOR VOLUNTOURISM” UMSÓKNARBLAÐ
Closed for maintenance – Open for voluntourism verður endurtikið árliga. Hetta er eitt gott høvi hjá kommunum, hagapørtum og øðrum at fremja neyðugar ábøtur og at fyrireika økini at taka ímóti ferðafólkum, so viðurskiftini eru so væl skipað sum til ber.
Vavið av Closed for Maintenance arbeiðis uppgávum eiga at hóska seg til í minsta lagið seks og í mesta lagið átjan sjálvboðin, ið arbeiða í tveir og ein hálvan dag frá áleið 9-16. Uppgávan eigur at verða løgt til rættis soleiðis at hon er einføld og góð, men arbeiði kann gott verða tungt.
Vit vegleiða í hvussu vit best skipað dagarnar tá ið umsókning er góðkend.
Finn umsóknarblað til kommunur niðanfyri.