ÚT UM BØGARÐARNAR
Føroysku fjøllini eru eitt dreymaland. Teir longu summardagarnar ýður tað í lívi: blómur, fuglar, lomb. Og tær ljósu summarnæturnar, tá liggur pollamjørkin sum dýna yvir sovandi haga.
Føroysku fjøllini eru fyri øll, sum dáma at vera uttandura: lættar bygdagøtur til tey óroyndu og veldigir fjallatindar til tey royndu. Og fjøllini eru fyri allar áhugabólkar: fjallatussar, ríðingarfólk, sílafiskarar, fuglakennarar. At fara burtur í haga ein heilan dag – tað angrar mann aldrin. So segði hann: kropslig møði er andalig føði.