FØROYAR Á ROSSABAKI

Á veiðiferð. Á rannsóknarferð. Í kríggj. Ross hava sæð alla mannasøguna. Tey hava borið kongar og bøndur úr bygd í bý. Har, sum menniskjan asfalterar vegir í dag, hava túsund hógvar einaferð slóðað.

Tvørtur um dalar og skørð á rossabaki í Føroyum er ein sonn ævintýraferð. Har er eitt álit og eitt tilknýti, sum uppstendur millum reiðfólk og ross. Mann situr ikki á eini súkklu – men á eini livandi, hugsandi veru. Gerandissjaggið liggur gloymt langt aftanfyri. Frammanfyri eru bert gøtan og løtan. 

Tað eru mong feløg, sum bjóða ríðitúrar: Berg Hestar hava íslandsross, Fjallaross hava upprunaføroysk ross. 

Filmur eftir Green Renaissance um Onnu Louisu og ross hennara

UM FØROYSKA ROSSIÐ

Í Føroyum eru eini 400 ross. Flestu eru íslandsross, onkur norsk, og einans 75 eru upprunaføroysk. Hesi evarsku lítlu rossini hava trágingið okkara fjøll í túsund ár. DNA-kanningar vísa, at føroysk ross eru heilt einstøk og finnast onga aðrastaðni í heiminum. 

Vit skulu ikki langt aftur í tíð, tá ið føroyska rossið var nærum útdeytt. Í sekstiárunum kundu tey teljast á aðrari hondini. Í 1800-talinum vóru tey 800 í tali. Lukkutíð tóku fólk saman hendur og fóru at ala hesi ross. Í dag (2023) eru tey 75 í tali, men tað skulu 200 ross til, skal slagið metast at vera lívført. 

Gjørdi eg mær ómak, so kundi eg, meðan eg reið, røra við fótunum eftir jørðini.

– Carl Julian Graba (Dagbók í árinum 1828 skrivað á eini ferð til Føroya)

HVAÐANI STAVAR FØROYSKA ROSSIÐ? 

Summi halda, at tey komu við írskum munkum í 8. øld. Onnur meta, at tey komu við niðursetufólkum úr Noregi og bretsku oyggjunum.

Í árunum 1850-1920 vórðu nógv føroysk ross seld til kolanám í Bretlandi. Føroysku rossini eru smá, men kná, og sostatt eru tey serstakliga væl egnað til at dragsa tungar vognar úr trongum kolanámum. Nógvir føroyingar gjørdu sær dælt av hesum høvi at vinna sær skjótan pening – og seldu øll rossini. 

Samstundis verða ross innflutt úr grannalondum okkara, tí hesi vóru hildin at vera sterkari. Størri vóru tey kanska, men tey vóru ikki von við føroyska veðrið. 

Áratíggju fara, og fremmandu og upprunaføroysku rossini verða sum frá líður blandað saman. At enda trúðu flestøll, at føroyska rossið varð útdeytt. 

Lukkutíð fóru tey skeiv. Føroyska rossið er her enn. Í dag arbeiðir Felagið Føroysk Ross av øllum alvi fyri at fyribyrgja, at okkara sermerkta rossaslag doyr út.

HVAT EYÐKENNIR FØROYSKA ROSSIÐ?

Í øldir vóru hesi harðføru rossini fyrst og fremst arbeiðsross. Í dag verða tó einamest nýtt til ríðing. Teirra milda lyndi og lítla stødd ger, at tey hóska seg serstakliga væl til børn.  

Rossini eru brún, kastanjubrún ella svørt. Slagið er tiltikið fyri sítt úthaldni. Tað er ótrúligt, hvat eitt so lítið ross megnar.
Ymisk er, hvussu høg tey eru, men oftast millum 114 og 124 cm. Tey eru í grundini so lítil, at tey eiga at verða bólkað sum ponyhestar, men eftirsum tey eru so sterk, bólka vit tey sum ross. Føroyska rossið minnir um bretsku ponyhestarnar Exmoor og Dartmoor.