SÍLAVEIÐA Í FØROYUM

At fiska við flugu snýr seg ikki um styrki, men um teknikk. Hartil kemur varsemi – at avlesa vatnið, studera bárurnar og skuggarnar. Og kanska mest av øllum tolsemi. Tí uppi í dølunum sýnist løtan ævig. Langt vekk frá telefon og teldu. Hetta er lívið í einfaldari útgávu. 

Har stendur mann við sínum tonkum og gløir út í tóman heim. Tolin sum ein hegri. Men so hendir tað. Rykk. Skrykk. Brádliga er línan á tamb. Tað, sum hevur bitið á húkin, hevur samstundis prikað hol í stillið, í tómrúmið. Nú hendir alt í senn. 

Tað er ein frumkensla, sum tekur seg fram, tá ið fiskurin bítur á. Í dag fiska flestu okkara, tí vit hava hug. Men í somu løtu ein fiskur bítur á, er tað sum, at okkurt í okkum minnist eina tíð, har ið vit fiskaðu, tí vit máttu

 

Alt er á ferð. Møður og lomb missa hvørt annað burtur og jarma seg saman. Løtan er full av góðsligum ljóði.

– Heðin Brú (Men lívið lær, 1970)

HVAR KUNNU TIT VEIÐA?

Í Føroyum eru vøtnini mong, og hvør dalur vakrari enn annar. Í Suðurstreymoy er populera vatnið við tí sjálvlýsandi navninum Vatnsdalsvatn. 

Fagradalsvatn í Hesti er tó eitt tað vakrasta vatnið í landinum. Og so er so veðurgott uppi á oynni, tí Hestur er steyrrøtt báðumegin, so at vindurin fýkur mestsum upp um høvdið. 

Ymiskt er tó, hvar ið loyvt er at sleingja út. Hava tit ikki fiskikort við, hava tit ikki veiðiloyvi. Føroya sílaveiðifelag hevur nógva og neyva kunning á heimasíðu teirra. 

HVAT KUNNU TIT VEIÐA?

Nevnast kunnu eitt nú ælabogasíl, bleikju og villlaks. Tað finst ikki smakkbetri biti enn nýveitt-nýflakt-nýgrillað síl. Og rognini! Steikt í nógvum smøri við einum sindri av salti og pipari. Matlist. 

Hvat, ið tit kunnu veiða, veldst tó um árstíð og stað – og eisini um loyvi. Eitt nú skal fiskurin vera longri enn 30 cm. Her verður aftur víst til heimasíðuna hjá Føroya sílaveiðifelag. 

MINNIST TIL

  • Takið upp eftir tykkum.
  • Latið fugl og seyð fáa frið.
  • Latið ikki portur standa opin.
  • Fiskið ikki meira, enn tit sjálv ætla at eta.

HER KUNNU TIT KEYPA ÚTGERÐ