Filmur eftir Kevin Krautgartner

FUGLASAFARI Í FØROYUM

Áðrenn menniskjan var her, og áðrenn seyðurin var her – var fuglurin her. Um alt landið eigur hann. Í bergum og rókum, dølum og líðum. Útlendsk ferðafólk bæði sigla og flúgva higar fyri at eygleiða føroyska fuglalívið. Og vit føroyingar skulu bara førka køksgardinurnar fyri at síggja tað meldrið, sum rørist og nørist uttanfyri. 

Søguliga hevur fuglur helst fyrst og fremst merkt føði. Nú munnu tað vera tey fæstu, sum fara í kjallaran eftir fleygingarstongini ella síða í berginum eftir eggum. Men fara tit út í føroysku náttúruna er tó nógv at uppliva. Mann veit ongantíð, hvønn fugl mann dettur framá. Og hvør veit – kanska eisini eina haru, ein kóp ella ein flokk av hvalum? Tað er einki at bíða við. Kikaran í taskuna, góðar skógvar – og so avstað.

Súlan er fyrsti ferðafuglurin at flúgva heimaftur. Longu á pálsmessu 25. januar tekur hon land í Mykineshólmi. 

SJÓFUGLUR

Tá ið sjófuglarnir koma til Føroya, seta teir seg á nett somu rók í sama bergi sum undanfarna ár. Her er einki matrikkulnummar ella skeyti, men allíkavæl er skil í. 

Ovastur er lundin. Allir sum ein skjóta teir seg úr holunum: lítlar konfettibumbur í reyðum, hvítum og svørtum. Sum pílar kava teir í havið, og eitt, tvey, trý so standa teir aftur í holini. Nevið fult í nebbasild til lítlar dúnutar pisur við gákinum á tamb. 

Næstovastur er lomvigin. Høviskir og upprættir standa teir lið um lið og líta út á hav: túsund hvítar, lítlar bringur, sum skyggja í sólini. 

So kemur súlan. Um lundin er ein pílur, so er súlan ein torpedo. Hon kavar for niður á tjúgu metra dýpi. Súlan er Føroya størsti fuglur og eigur, sum hvørt skúlabarn veit, í Mykineshólmi. 

Niðastur er skarvurin. Hann hevur ein sambúgva, og tað er kópurin. Skarvurin má tó ansa eftir, hvar ið hann byggir reiður – ikki fyri kópinum, tí kópur etur ikki egg – men fyri briminum, sum froysir og goysir tvørtur um boðar og sker.

 

HVAR SÆR MANN SJÓFUGL?

Vilja tit síggja sjófugl, er frægast at sigla inn undir land. Vestmannabjørgini í Norðstreymoy eru ein sannur favorittur hjá mongum, og hagar sigla bátar dagliga. Um veðrið er til vildar, ber eisini til at sigla norður um Viðoy til Enniberg. 

Í Mykinesi er nógvur sjófuglur at síggja frá landi, serliga frá hólminum. Og í Nólsoy hava tey í mong ár skipað fyri serligum túrum á miðjunátt. Har býr ein sjáldsamur sjófuglur, sum bert kemur til lands í myrkri. Drunnhvítin – heimsins minsti sjófuglur. At fara á fuglasafari er eitt, men at krógva seg í bølaniðu við pannulykt er ein uppliving, sum verður fest í minni. 

Kunnið tykkum um bátar og tíðir her.

 

SIG SO TAÐ

Føroyar eru so sjáldan at síggja á stóra heimspallinum (og tíðum heimskortinum), so tá ið høvið býðst at reypa eitt sindur, so taka vit av: 

Í Nólsoy er heimsins størsta drunnhvítabøli. 

Ein lógv ið eina ferð læt
og fekk haga og bø at liva
fylgdi honum til gravar.

– Christian Matras (Úr sjón og úr minni, 1978)

HEIÐAFUGLUR

Føroyar á vetri eru einki stað fyri fuglar. Tá eigur haran allan hagan fyri seg sjálva. Men tá ið tað fer at vára, koma tey í túsundatali, í milliónum: mýrisnípan, spógvin, tjaldrið, smyril, skúgvur og aðrir við. 

HVAR SÆR MANN HEIÐAFUGL?

Á safarifløtunum í Afrika flokkast veldigu djórini kring um vøtnini. Soleiðis er eisini á fuglasafari í Føroyum. 

Vitjið eitt nú Toftavatn – har síggja tit bæði tjaldur, spógv og lógv. Serliga lógvin er eyðkend. Ikki tí hon er stór sum skúgvurin ella litføgur sum reyðstapin. Tvørturímóti er hon brúnsprøklut og fellir inn í lendið. Men fuglalátið er so yndisligt og hugtakandi, at hon er ein fuglur, sum tit fyrst hoyra – og harnæst síggja. 

Í Sandoy er eisini ríkt fuglalív – eitt nú brandgás, vongblá ont og onnur sjáldsom fuglasløg. 

Ein oyggj skilur seg tó út, og tað er Svínoy. Har er hvørki ketta ella rotta, og sostatt búleikast nógv fleiri fuglar har. Tit kunnu enntá verða so heppin at síggja sjáldsamar flytifuglar so sum arktiskan ljómara og ennissvartan tyrning. 

FIMM ÚTVALDIR TÚRAR

Silas Olofsen, fuglafrøðingur, viðmælir

Har er altíð okkurt at síggja, tá ið tit fara út at eygleiða fugl. Júst hvønn fugl, tit bera eyga við, veldst um árstíðina og umhvørvið, tí ymisku fuglarnir hava ymiskar preferansur, tá ið teir byggja reiður. Men tess fleiri støð, tit vitja, tess fleiri fuglar eru at síggja. Niðanfyri lýsi eg míni fimm yndisstøð. Góðan túr – og minnist til kikaran! 

Sandsvatn og Gróthúsvatn

Tey bæði vøtnini hvør sínu megin Sandsbygd eru framúr, vilja tit síggja áhugaverdar fuglar. Umframt mong antarsløg eiga hundraðtals brandgæs fram við vøtnunum. Lómur er eisini at síggja. Ránsfuglar so sum skúgvur og kjógvi ferðast ofta til vøtnini at dusa sær eftir at hava verið á havinum. Vakra fuglin helsareyða kunnu tit eisini bera eyga við, men gevið honum frið, so at hann ikki verður órógvaður.

Vegur er rundan um Sandsvatn, og tað er ein frískligur gongutúrur frá vatninum fram við ánni oman á sandin. Tit kunnu eisini koyra stillisliga í bili og steðga við víkiplássini, so hvørt okkurt er at síggja. 

Tað er eisini koyrandi til Gróthúsvatn. Tá ið tit koma vestur um vatnið, fer vegurin í tvíningar. Snarið til høgru á grúsvegin, sum fer norðureftir fram við vatninum. Við endan á vegnum er heilt nógvur fuglur at síggja. 

Toftavatn

Sunnantil á eystara armi á Eysturoynni er Toftavatn. Hagar fara fólk ikki bert fyri at eygleiða fugl, men tí at náttúran í sjálvum sær er so mikið vøkur við vallaðum heyggjum og heiðalyngi. Við Toftavatn eiga gás og dunna, men tit kunnu eisini síggja sjáldsama fuglin gjør – umframt lóm, skúgv og kjógva. Har eru mangar gøtur fram við vatninum (har er enntá gøta tvørtur um vatnið) umframt gøta niðan á Svangaskarð. Heiðalyngur er gott goymistað hjá mongum smáfuglum, og eisini kunnu tit vænta at síggja tangspógva, spógva, lógv, mýrisnýpu og tjaldur, meðan tit ganga. 

Besta stað at stilla bilin og fara til gongu er beint sunnan fyri Runavík.  

Skúvoy

Vilja tit gera meira burturúr, kunnu tit sigla til Skúvoyar. Hetta er ein rættiligur fuglasafaritúrur – serliga á sumri, tá ið oyggin ýður í fugli. Longu tá ið ferjan leggur at, síggja tit hundraðtals lundar og lomvigar. Hesar kunnu tit eygleiða heilt nær, tá ið tit koma á land, men órógvið endiliga ikki fuglin.
Tá ið tit fara til gongu úr bygdini, síggja tit við vissu skúgv og kjógva umframt tjaldur, spógv, lógv og – um tit hava hepnið við tykkum – fjallmurru og grágræling. Eisini eru stór ternubøli í Skúvoy. Skrápur eigur eisini í Skúvoy, men teir eru á opnum havi allan dagin og koma á land, tá ið gerst tað myrkt. Álka og lomvigi halda til í bjørgum á vestursíðuni.

Tórshavn

Høvuðsstaðurin skilur seg út. Í viðurlundini eru fuglar, sum búgva har alt árið: eitt nú bringureyði og títlingskongur umframt ymisk dunnu- og dúgvasløg. Ferðafuglar gera eisini eitt rend í viðarlundina, tíðum sjáldsamir fuglar so sum eysturlendsk turtildúgva og norðuramerikonsk kolont. 
Í Sandagerði eru ymisk másasløg og æða, øsreyð tannont og teisti. 
Farið eisini ein túr í Havnardal, tí har er mangt at síggja: gæs, dunnur, tjøldur, mortítlingar, steinstólpur o.a. 
Spákið síðan úr Havnardali niðan á Velbastaðháls. Her eru tjarnir og sostatt ríkt fuglalív. Kanska tit síggja ein helsareyða? 

Viðareiði

Tað eru ikki bert ferðafólk, sum halda norðastu bygdina í Føroyum vera eina hina vakrastu: Alskyns ferðafuglar leita sær ból í breiða dalinum millum stóru fjøllini. Kring bygdina síggja tit tjøldur, spógv, lógv, og í stóra haganum norðan fyri bygdina er enn meira at síggja. Eisini eru mong sjáldsom fuglasløg sædd og skrásett í Viðareiði. 

Tá ið tit koma til Viðareiðis, parkera tit við kirkjuna og ganga eftir vegnum tvørtur um oynna. Á leiðini síggja tit trý vøtn við nógvum fugli. Tá ið tit eru komin yvir á eystursíðuna, kunnu tit líka spáka oman í lendingina at vita, hvønn sjófugl tit síggja. Súla, lundi, lomvigi og skrápur flúgva regluliga framvið. 

SOLEIÐIS VÍSA TIT FUGLUNUM VIRÐING

HEIÐAFUGLUR

Síggja tit fuglin, og fuglurin hevur ikki sæð tykkum, so ganga tit vekk frá honum. Um fuglurin longu hevur varnast tykkum, og hann flýgur eini 10-20 metrar vekk, so ganga tit beina leið ímóti honum. Fuglurin veit ráð – hann roynir at lokka tykkum at koma eftir sær og harvið vekk frá reiðrinum. Hendir tað, at tit koma fram á eitt reiður við eggum ella pisum, so støðast tit ikki, men halda fram á leið. 

Tað er tó ikki altíð, at fuglurin vísir tykkum virðing. Skúgvur og terna eru hervilig at pikka óbodnar gestir í skallan. Her eru ráðini at lyfta annan armin yvir høvdið, til tit eru komin av vandaleið. 

SJÓFUGLUR

Tvey atlit eru serliga týdningarmikil:

1. Siglið ikki tætt inn undir land í skjóttgangandi báti.

2. Flúgvið ikki við dronu tætt við røkurnar. 

Føroyar fylgja donskum dronureglum, tí loftferðsla er ikki heimamál. Danska Trafikstyrelsen umsitur reglurnar, og tær nevna einki um fuglabjørg. Tí er tað (enn) ikki ólógligt at flúgva dronu í fuglabjørgum, men tað er tó serstakliga óskynsamt og ábyrgdarleyst. Fuglurin ræðist dronu og kann tí velja at leita sær í onnur lond árið eftir. 

á fuglasafari