FÁIÐ ÍBLÁSTUR TIL TÚRIN
Tit spyrja, hvat er at finna uppá? Svarið er ikki eittans.
– Fangið eitt síl, grillið eina pylsu, hangið í bjørgunum. Upplivið mosagróna mentan, kennið regnið móti holdinum. Elskið tað grøna, dyrkið tað bláa. Latið fjøllini forføra tykkum. Kyssist aftan fyri ein stóran stein. Upplivið Føroyar sum ongantíð áður. Ferðist í egnum landi.