Grein
FERÐIST VIÐ BØRNUM
Eitt munnu flestu føroyingar semjast um – í Føroyum er gott at vaksa upp. Her er einki tivoli, men her er náttúra, og fyri børnini er hon tað besta spæliplássið. Um tit fara við flaka í fjøruna ella við flugutráðu í hagan, so er tað dagur í viku hjá børnum. Og á hvørjari einstakari oyggj er okkurt stuttligt at uppliva.
Hvat er so at finna uppá? Hvar fer mann? Hvussu fyrireikar mann seg, tá ið mann ferðast við børnum? Børn eru sjálvandi ymisk, men flestu teirra eru ikki so krevjandi, tá ið tað snýr seg um ítøkiligar ætlanir. Ofta sæst, at um foreldrini eru spent, so eru børnini eisini spent. Vit hava tó funnið alt møguligt spennandi fram til tykkum, sum tit kunnu fáa íblástur frá.
YMISKT BARNAVINARLIGT AT FARA TIL
Harriet viðmælir
5 tey bestu spæliplássini í Føroyum
Vit eru ein lítil barnafamilja við tveimum lítlum gentum. Okkum dámar at fara á ævintýraferð kring Føroyar og uppliva ymiskt nýtt. Eg loyvi mær at pástanda, at vit gjøgnum árini hava vitjað øll spæliplássini í Føroyum. Her eru okkara favorittar:
- Besta spæliplássið í Føroyum er í Søldafirði. Eitt lítið "heimagjørt" spælipláss, sum børnini í bygdini hava bygt. Ein sikkur vinnari hvørja ferð og eisini tað spæliplássið vit heilt sikkurt hava vitja mest. Spæliplássið er fjalt millum trøini og eitt sindur ringt at finna. Leitið eftir einum litríkum portri. Eyka kunning: Hetta spæliplássið hevur vesi.
- Spæliplássið í Hvannasundi er nummar tvey á listanum. Har er ein STÓRUR russjibani og mong onnur stuttlig ting – og tað ger tað ikki verri, at náttúran í Hvannasundi er so bergtakandi.
- Spæliplássið í Hovi - hetta er nýtt á okkara lista, men hettar er eisini eitt spælipláss sum hevur ALT okkum tørvar fyri at hugna okkum og hava tað stuttligt.
- Bø og Sørvágur deila eitt fjórða pláss, tí vit klára ikki at velja ímillum tey bæði, pluss tað er upplagt at vitja bæði støðini tá tit eru á leiðini avlíkavæl. Spæliplássið í Sørvági liggur beint við fótbóltsvøllin og fjalt millum húsini, sum geva góða lívd, um veðrið ikki er til vildar.
- Spæliplássið í Saltangará - sum nú er uppaftur størri og betri enn áður. Hetta var ikki 100% liðugt enn tá vit vitjaðu tað seinast, men er absolutt við at vera har og eg rokni næstan við at hetta fer at enda sum nummar eitt um ikki so leingi.
Eyka prei
Onkuntíð droppa vit matpakkan og bestemma okkum heldur fyri at eta úti - bara á einum spæliplássið. Finna okkurt gott/barnavinarligt matarstað t.d. pizza, fisk&kips ella líknandi og keypa bara út við. Minni stress og ofta eta børn betri tá tey eru úti er okkara erfaring.
Fara tit biltúr aðrastaðni í landinum, so viðmæli eg eisini spæliplássini í Giljanesi, Rituvík, Skálavík, Hoyvík og á Viðareiði.
Til alla barnafamiljuna
Pálshøll
høll við 50 m. svimjihyli við 6 geilum, barnahyli, vælverudepli, venjingarmiðstøð og café-øki
Suðuroy
Nordic House - Norðurlandahúsið
Ein staður har nýhugsan og kreativitetur møtast.
Tórshavn
Listasavn Føroya
har tað besta av føroyskari list verður sýnt fram
Tórshavn
Berg hestar
Ríðitúrarnir eru fyri 7 ár og uppeftir
Tórshavn
Vestmannabjørgini
Vit sigla ígjøgnum smøl sund og inn í holur sum brimið í øldir hevur borað
Streymoy
Klaksvíkar svimjihøll
Svimjihøllin hevur tríggjar hyljar, ein 25 metra kappingarhyl, ein heittvatnshyl og eitt baðiland
Norðoyggjar
Býarbókasavnið
Ein livandi mentanarmiðstøð, ið bjóðar virðismikið tilfeingi og bókmentir
Tórshavn
Rent A Bike & Outdoor
Leiga súkklu og uppliva Føroyar á tveimum hjólum.
Tórshavn
Tjóðsavnið
Tjóðsavnið
Tórshavn
Skansin
Skansin var høvuðskvarter hjá bretum undir seinna veraldarbardaga
Tórshavn
Spæliplássið í Hvannasundi
hevur ein høgan og dramatiskan tornrutsjubana og mangt annað
Norðoyggjar
KRIA
Smúkku- og leirverkstaður í miðbýnum í Havn
Tórshavn
ÚT AT ETA VIÐ BØRNUM
Michelin-stjørnur? Hvat er tað?
Børn tíma ikki altíð at eta tað sama sum tey vaksnu. Tað merkir tó ikki, at mann ikki kann fara út at eta og hava børnini við. Møguleikarnir eru nógvir. Høvuðsstaðurin er í dag vorðin á tremur við kaffistovum og matstovum. Tit kunnu eitt nú fara í HAPS at njóta ein burgara. Tá ið børnini hava sagt manga takk, kunnu tey seta seg at spæla PlayStation, meðan tit njóta ein kaffimunn omaná. Skal tað vera eitt sindur fínari, so er Katrina Christiansen eitt gott mið. Café Paname hevur nógv borðspøl – og serstakliga góðar køkur. Og finst nakað barn, sum ikki dámar køku? Café Kaspar hevur eisini borðspøl (umframt tær tiltiknu beyglurnar). Skal tað vera eitt sindur sunnari, so vitjið Bitan í Steinatúni ella Systrar í Norðurlandahúsinum.
Caféin á Mølini
Hugnaliga cafe'in við havnalagið í Skálavík
Sandoy
Paname Café
Hugnalig kafe í hølunum há Gamla Bókahandli
Tórshavn
Garðurin á Stórheygnum
Heimablídni og útferðir í Svínoy
Norðoyggjar
Haps Burgarar & Steaks
Haps borðreiður við góðum gourmet burgarum, búffum og milkshakes.
Tórshavn
Tórshavn
Hvonn
Matur við íblástri úr Fjareystri.
Tórshavn
Fiskastykkið
frískari luft og feskum, føroyskum fiski
Vágar
Kaffihús Fríða
Ein hugnaliga café við løttum og søtum
Norðoyggjar
HUGSKOT TIL DAGSTÚRAR
Hjá børnum (og kanska summum vaksnum?) eru so nógvar fjarskotnar bygdir at vitja fyri fyrstu ferð. So nógv nýggj støð at uppliva. Her eru hugskot til nakrar stuttligar dagstúrar til tykkara:
- Koyrið til Tjørnuvíkar. Minnist til at steðga við Fossá at taka myndir. Tá ið tit koma til Tjørnuvíkar, so verður viðmælt at royna vaflurnar.
- Koyrið til Sands ella Skopunar og leigið vatnsúkklu. Tað tíma børnini, tað er so bæði vist og satt.
- Siglið til Kalsoyar. Har kunnu tit síggja gravsteinin hjá James Bond, kópakonuna og vitja eina kaffistovu við heimsins enda.
- Koyrið ein túr til Gjáar og farið og eygleiðið fugl.
- Siglið til Suðuroyar. Har er nógv at uppliva – gongutúrar, spælipláss, søvn, kaffistovur o.s.fr.
- Siglið til Nólsoyar og vitjið Ovasavnið.
Plantasjan í Kunoy
Norðoyggjar
Gøtusandur
Eysturoy
Bindisteinurin
Bílegg ævintýrferð og fá alla søguna við
Sandoy
Postkassin
tann størsti postkassin
Sandoy
Ergidalur
Suðuroy
Mølheyggjarnir
Einastu mølheyggjar í landinum.
Sandoy
Nólsoy
Nólsoy er ein oyggj ið hevur nógv at bjóða
Streymoy
Tjørnuvík
Tjørnuvík telist millum elstu bygdir I Føroyum
Streymoy
Svartifssour
Fossurin í Hoydalsá
Tórshavn
Sandágerð
Sandurin í Sandágerði
Tórshavn
Spæliplássið í Bø
Spælipláss í vøkru bygdini Bø
Vágar
Rannvátoft í Fagradali
Rannvátoft er úti í Fagradali í Skúvoy, har ið søgan sigur at Rannvá búði.
Sandoy