Góð ráð
FIMM ÚTVALDIR TÚRAR
Silas Olofson, fuglafrøðingur, viðmælir
Har er altíð okkurt at síggja, tá ið tit fara út at eygleiða fugl. Júst hvønn fugl, tit bera eyga við, veldst um árstíðina og umhvørvið, tí ymsu fuglarnir hava ymsar preferansur, tá ið teir byggja reiður. Men tess fleiri støð, tit vitja, tess fleiri fuglar eru at síggja. Niðanfyri lýsi eg míni fimm yndisstøð. Góðan túr – og minnist til kikaran!
Sandsvatn og Gróthúsvatn
Tey bæði vøtnini hvør sínu megin Sandsbygd eru framúr, vilja tit síggja áhugaverdar fuglar. Umframt mong antarsløg eiga hundraðtals brandgæs fram við vøtnunum. Lómur er eisini at síggja. Ránsfuglar so sum skúgvur og kjógvi ferðast ofta til vøtnini at dusa sær eftir at hava verið á havinum. Vakra fuglin helsareyða kunnu tit eisini bera eyga við, men gevið honum frið, so at hann ikki verður órógvaður.
Vegur er rundan um Sandsvatn, og tað er ein frískligur gongutúrur frá vatninum fram við ánni oman á sandin. Tit kunnu eisini koyra stillisliga í bili og steðga við víkiplássini, so hvørt okkurt er at síggja.
Tað er eisini koyrandi til Gróthúsvatn. Tá ið tit koma vestur um vatnið, fer vegurin í tvíningar. Snarið til høgru á grúsvegin, sum fer norðureftir fram við vatninum. Við endan á vegnum er heilt nógvur fuglur at síggja.
Toftavatn
Sunnantil á eystara armi á Eysturoynni er Toftavatn. Hagar fara fólk ikki bert fyri at eygleiða fugl, men tí at náttúran í sjálvum sær er so mikið vøkur við vallaðum heyggjum og heiðalyngi. Við Toftavatn eiga gás og dunna, men tit kunnu eisini síggja sjáldsama fuglin gjør – umframt lóm, skúgv og kjógva. Har eru mangar gøtur fram við vatninum (har er enntá gøta tvørtur um vatnið) umframt gøta niðan á Svangaskarð. Heiðalyngur er gott goymistað hjá mongum smáfuglum, og eisini kunnu tit vænta at síggja tangspógva, spógva, lógv, mýrisnýpu og tjaldur, meðan tit ganga.
Besta stað at stilla bilin og fara til gongu er beint sunnan fyri Runavík.
Skúvoy
Vilja tit gera meira burturúr, kunnu tit sigla til Skúvoyar. Hetta er ein rættiligur fuglasafaritúrur – serliga á sumri, tá ið oyggin ýður í fugli. Longu tá ið ferjan leggur at, síggja tit hundraðtals lundar og lomvigar. Hesar kunnu tit eygleiða heilt nær, tá ið tit koma á land, men órógvið endiliga ikki fuglin.
Tá ið tit fara til gongu úr bygdini, síggja tit við vissu skúgv og kjógva umframt tjaldur, spógv, lógv og – um tit hava hepnið við tykkum – fjallmurru og grágræling. Eisini eru stór ternubøli í Skúvoy. Skrápur eigur eisini í Skúvoy, men teir eru á opnum havi allan dagin og koma á land, tá ið gerst tað myrkt. Álka og lomvigi halda til í bjørgum á vestursíðuni.
Tórshavn
Høvuðsstaðurin skilur seg út. Í viðurlundini eru fuglar, sum búgva har alt árið: eitt nú bringureyði og títlingskongur umframt ymisk dunnu- og dúgvasløg. Ferðafuglar gera eisini eitt rend í viðarlundina, tíðum sjáldsamir fuglar so sum eysturlendsk turtildúgva og norðuramerikonsk kolont.
Í Sandagerði eru ymisk másasløg og æða, øsreyð tannont og teisti.
Farið eisini ein túr í Havnardal, tí har er mangt at síggja: gæs, dunnur, tjøldur, mortítlingar, steinstólpur o.a.
Spákið síðan úr Havnardali niðan á Velbastaðháls. Her eru tjarnir og sostatt ríkt fuglalív. Kanska tit síggja ein helsareyða?
Viðareiði
Tað eru ikki bert ferðafólk, sum halda norðastu bygdina í Føroyum vera eina hina vakrastu: Alskyns ferðafuglar leita sær ból í breiða dalinum millum stóru fjøllini. Kring bygdina síggja tit tjøldur, spógv, lógv, og í stóra haganum norðan fyri bygdina er enn meira at síggja. Eisini eru mong sjáldsom fuglasløg sædd og skrásett í Viðareiði.
Tá ið tit koma til Viðareiðis, parkera tit við kirkjuna og ganga eftir vegnum tvørtur um oynna. Á leiðini síggja tit trý vøtn við nógvum fugli. Tá ið tit eru komin yvir á eystursíðuna, kunnu tit líka spáka oman í lendingina at vita, hvønn sjófugl tit síggja. Súla, lundi, lomvigi og skrápur flúgva regluliga framvið.
á fuglasafari
Viðareiði
Um bygdina
Norðoyggjar
Viðarlundin
Eitt sunnukvøld í Plantasjuni… Her er gott at vera!
Tórshavn
Rossagøtan
Ein góður og vakur túrur, har ein gongur í hugnaliga Havnardali, og har ein eisini kemur niða í hæddina á Bøllureyni
Tórshavn
Skúvoy
Skúvoyggin er í nógvar mátar áhugaverd
Sandoy
Sandágerð
Sandurin í Sandágerði
Tórshavn
Sandur
Heima á Sandi er gott at verða
Sandoy
Toftavatn
Friðarligur og lættur gongutúrur í vakrari náttúru
Eysturoy
Minnisvarðin
Minnisvarði yvir sjólatnar mykinesmenn og mykinesmenn falnir í bjørgunum.
Vágar
Nólsoy
Nólsoy er ein oyggj ið hevur nógv at bjóða
Streymoy
Vestmannabjørgini
Vit sigla ígjøgnum smøl sund og inn í holur sum brimið í øldir hevur borað
Streymoy
Svínoy
her er lætt at fara ein túr, og útsýnið er altíð stórfingið
Norðoyggjar
Sandoy
Sandoyggin er verd eina vitjan árið runt
Sandoy