FERÐIST Í EGNUM LANDI

Ferðist í egnum landi er átak hjá Visit Faroe Islands og hevur eittans endamál – at fáa ferðafúsar føroyingar upp úr sofuni, upp í hæddirnar, út á fjørðin, út í aðrar oyggjar. 

Tað býr okkurt serligt í føroyingum. Vit hava eina ótroyttiliga tráan eftir at ferðast, eftir at uppliva nýggj støð. Tað er einki galið í at ferðast út í heim, men árið er langt, og eingin hevur ráð ella tíð til at fara uttanlands at dusa sær 12 ferðir um árið. Tað noyðast vit heldur ikki. Tí at ferðast er tað, mann ger tað til – og í Føroyum er nógv at fara til. 

Bíði eftir bussinum
Bara eg og mínar vónir
Eg havi hendur í lumma
Og seytjan krónur

– Teitur Lassen (Havnin er ein lítil bygd, 2007)

At ferðast er at liva, segði ein. Niðanfyri kunnu tit fáa íblástur umframt lesa um alt tað besta, sum er at uppliva í Føroyum. So smyrjið matpakkar, tømið myndatólið, fyllið tangan – ferðist í egnum landi! 

#Ferðistíegnumlandi