Tey átta dyppiráðini hjá Sjódypp
Eitt dypp á sjónum, ein gongutúrur í sirmi, ein friðarlig løta úti í náttúruni ella ein stimitúrur á fjørinum. At ferðast í egnum landi kann vera so mangt
ÁÐRENN TÚ FERT ÚTÍ
1Kanna hvussu baðiumstøðurnar eru og kunna teg um hvar bjargingarútgerðin er. Fylg eisini við veðrinum og kanna góðskuna av baðivatninum (Kommunan).
2 Gev ans! Brúgvin og trappan kunnu verða hál
Tað er týdningarmikið at reinsa trappu og brúgv fyri gróður og gler. Eitt fall kann hava álvarsamar avleiðingar.
3 Kanna telefonsambandið
Havið altíð eina telefon nærhendis, tá tit fara út í, um tørvur skuldi verið á at tilkallað hjálp.
5 Farið ongantíð einsamøll/einsamallur útí
Fylgist útí og upp aftur. Best er, at minst 3 persónar eru samstundis, soleiðis at ein kann hjálpa tí, ið er komin til skaða og ein kann fáa fatur á hjálp. Um onkur gerst illa tilpassar í sjónum og skal hjálpast í land, er tað sjáldan nóg mikið at verða eitt hjálparfólk. Royndir vísa, at tað skulu verða fýra fólk til at hjálpa einum fólki á eitt spineboard og upp úr sjónum.
TÁ TÚ ER ÚTI Í
6 Anda róliga
Um andadrátturin gerst ov týttur, tú hyperventilerar, kann tað hava við sær at tú svímar í sjónum. Um tú gerst illa tilpassar og hevur tørv á hjálp, er tíðin ein avgerandi faktorur, tí øll hava eitt skert virkið tíðarbil at kunna røra seg í kalda vatninum.
7 Ansi eftir hvørjum øðrum
Tey man hevur heilsa uppá áðrenn man fer út í, ansar man eisini eftir tá man er í
sjónum. Gev alt fyri eitt tekin til hini um onkur gerst illa fyri. Gev ljóð, ella skvatla
við ørmunum. Tak ikki út eftir øðrum um tú er um at detta.