LEYPIÐ ÚTÍ

Summi fara áðrenn arbeiði, onnur fara aftan á arbeiði. Lítlar mannamúgvur stetlandi sum dunnuungar oman til kaikantin. Allir kropparnir við gásarhold: summi av kulda, onnur av ræðslu.

Fyrsta lopið er ikki ein vøkur sjón. Skelkurin er sum ein kaldur frammaná. Vøddar krympa seg saman, og hvør nerv sendir signal til heilan: kempa ella doyggj! 

Tivandi og bivandi krúpa tey upp á kaikantin. Sveipa seg inn í handklæði, seta seg við einum krútsterkum kaffimunni, og prátið gongur. 

Skelkurin er longu gloymdur. Men kroppurin heldur seg enn hava vunnið á sjálvum deyðanum. Nú ber alt til. Nú kann dagurin koma. En garde!

AT DYPPA ER IKKI EIN DILLA

Dypping er vorðið væl umtókt um alt landið. Dyppiumstøður eru tillagaðar til stóra eftirspurningin, og ikki er óvanligt at síggja skiftirúm millum bátaneyst og egningarskúrar. At dyppa er sanniliga meira enn ein dilla. Fyri mong eru hesar “nærdeyðaupplivingar” fastur partur av gerandisdegnum – og hevur verið tað í áratíggju. 

At dyppa noyðist ikki at vera fast morgunritual. Mann kann eisini dyppa av og á – t.d. ein frískligan leygarmorgun, kanska ein túr í sauna eisini? Og síðan út at eta bronsj aftaná? So hevur mann ið hvussu so er eitt sindur at reypa um, tá ið starvsfelagin spyr mánamorgunin, hvat var á skránni í vikuskiftinum.

KUNNU ØLL DYPPA?

  • Øll, ið ikki hava trupulleikar við heilsuni, kunnu dyppa.
  • Mælt verður fólki við hjartatrupulleikum ella ov høgum blóðtrýsti at hava
    góðkenning frá lækna fyrst.
  • Tað er ikki ráðiligt at baða við fepri.
  • Tað er ikki ráðiligt at baða undir ávirkan av alkoholi, heilivági ella euforiserandi evnum. 

HVUSSU BER MAN SEG AT?

Natúrlig støð at dyppa

Tilgjørd støð at dyppa