KAJAKK? JA TAKK

Nógvir ítróttir krevja, at mann er væl fyri. Stórar vøddar og sterka psyku. Kajakk er væl einfaldari. Her kunnu øll vera við. Einasta sum krevst er eitt sindur av tamarhaldi.

Tá ið mann rør kajakk, skal mann ikki skunda sær til nakað. Hetta er jú ikki kappróður. Flótandi mitt á firðinum uttan mið ella mál – her er mann bara til. Eingin motorur, bara alduskvatlið og ein rita ella tvær.

Tað, sum er við kajakk – samanborið við bát – er, at tit hava nógv leysari teymar. Tit kunnu fara á rannsóknarferð og rógva for inn undir landið. Hvat er hatta fyri ein gjógv? Og hvat er hatta fyri eitt hellið? Man nakar hava verið har áður?

Nú skal eg klára tað! 

– Ove Joensen, tá ið hann setti seg við árarnar úr Nólsoy á veg til Keypmannahavnar (Sosialurin, 1986) 

GÓÐ RÁÐ

  • Rógvið ikki einsamøll. Um tú ert nýbyrjari - far altíð við royndum ferðaleiðara
  • Best er altíð at rógva í góðum veðri
  • Kannið veður og vind. Hóast veðrið er gott, tá ið tit rógva út, so tað kann skjótt broytast
  • Undanvindur er góður, tá ið mann rør út, men tá er eisini nógv tyngri at rógva innaftur
  • Kannið eisini flóð og fjøru
  • Tað er gott – umenn ikki neyðugt – við vátdrakt!
  • Bjargingarvestur er alneyðugur

Kajakktúrar við ferðaleiðara

Leigið kajakk