STÍGIÐ UMBORÐ

Føroyingar og fiskar ganga hond í hond (ella rættari: hond í uggafjøður). Uttan fiskin búði einki fólk á hesum berligu, fjarskotnu klettum. At stima millum oyggjarnar í báti við tráðu í hond er sonn familjugleði og vinfólkahugni. Her á síðuni kunnu tit lesa um skipaðar fiskitúrar og bátar til leigu. Hey hó!

Tað munnu vera tey fæstu í Føroyum, sum ongantíð hava hildið í eini tráðu. Fyri summi er tað fastur táttur at fara ein stimitúr, tá ið veðrið er til vildar. Fyri onnur er tað dagur í viku. Øll eru tó samd um, at tað snýr seg ikki um hvussu nógvar ella hvussu stórar fiskar, mann sleingir innum. Tað snýr seg um kuldabitnu fingrarnar, glóðheita pulvurkaffið og grønukeks. 

Hjallurin er í sjónum –
ein gáva frá Skaparans hond.

– M. C. Restorff (Føroyingar, 1988)

HVAT ER AT FÁA?

Mann veit ongantíð, hvat ið goymir seg í hinum endanum av snørinum. Er tað ein hýsa? Ein hávur? (Sannlíkt ikki). Alt eftir fiskimiði og húki kann hetta hava bitið á: toskur, longa, seiður, steinbítur, makrelur, hvítingur, kongafiskur, sild, upsi, havtaska, kalvi o.s.fr. 

Søtur er sjálvgivin biti!

Vit eru heppin. Tað er lutfallsliga lætt hjá okkum í føroyingum, at fáa okkum eitt kók av fiski. Ein húkur og ein lína, er næstan alt sum skal til. Ja summi eru so ófør, at tey duga at fanga eitt síl við berum hondum. At eta úti í haganum, at fanga síl í vøtnunum, at fara á flot, tað er lukkan.

Ríkar eru løturnar á floti. Og fæst upp í eitt kók, so er lukkan fullkomin. Fyri hin óroynda er tað altíð stuttligt at fiska, og bara tað at halda í einum fiski, kanska fyrstu ferð, er eitt stórt upplivilsi og gevur minnir fyri lívið. Omaná smakkar toskurin himmalskt!

Kasta, og áðrenn, teg varir, bítur á. Jú, søtur er sjálvgivin biti.

SOLEIÐIS VÍSA TIT FISKINUM VIRÐING

Áður hevur verið kjakast um, hvørt fiskur følir pínu ella ei. Í dag vísa at kalla allar kanningar, at fiskurin følir pínu – serliga í kjaftinum. Soleiðis handfara tit fongin: 

  • Bítur okkurt á, sum tit ikki ætla at eta, so tveita tit útí aftur við tað sama.
  • Latið ikki fiskin liggja og sprella á dekkinum, til hann ikki sprellar meira. Kryvjið hann alt fyri eitt.
  • Eru børn við, kunnu tey taka lut og síggja, hvussu mann ber seg at og tekur ábyrgd. 

SIG SO TAÐ

 Krabbadýr (so sum hummarar) føla eisini pínu, og í summum londum er lógarkrav at drepa krabbadýr, áðrenn tey verða latin í kókandi vatn. Skeljadýr (so sum kræklingar) hava tó hvørki heila ella nervakyknur og føla ikki pínu.

SOLEIÐIS HAGREIÐA TIT FONGIN

FISKITÚRAR

HER KUNNU TIT KEYPA ÚTGERÐ