RÍÐIÐ Á ALDUNUM
Á hvørjum ári leita summi sær norður til Tjørnuvíkar og aðrar strendur í landinum við surfbretti undir arminum. Tey hava tó ikki ukuleletónleik og kokosangandi sólkrem við.
Tá ið vit hugsa um at surfa, hugsa vit ‘pálmatrø’ og ‘flipflops’. Sjáldan hugsa vit ‘vátdrakt’ og ‘fimm hitastig’. Men at surfa í Føroyum er ein uppliving, sum ikki hevur sín líka. Tað er rátt, kalt og feitt.
Aldurnar, ið reka inn í føroysku firðirnar, eru ikki sum aðrar aldur. Tær koma frá villum vindum langt úti í Norðuratlantshavinum. Tær hava ferðast langan tein, og tí eru tær stórar við longum tíðarbili millum hvørja aldu (og t.v.s. góðar surfing-umstøður).
Nú ert tú aldan, og eg eri tarin,
dregur meg at tær og rekur meg frá
eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin,
veit at eg missi teg, tá tú ert hjá.– Annika Hoydal (Aldan, 1979)
NÆR ER BEST AT SURFA?
Besta tíðin at surfa í Føroyum er seint á sumri og tíðliga á heysti (august, september, oktober). Tá er veðrið enn hampiligt, og sjógvurin ikki (so) kaldur. Tað ber tó til at surfa alt árið, men á vetri er veðurringt, og sjógvurin ísakaldur. Tá eru tað bert tey royndastu (les: ørastu), sum surfa.
Tey óroyndu kunnu annars tekna seg til surfing-undirvísing og leiga útgerð frá Faroe Islands Surf Guide í Tjørnuvík
TRYGD
Tað er ein sonn zen-uppliving at ríða á aldunum. Fyri eina stund ert tú aldan, og aldan er tú. Men ikki føroyingum at siga, er sjógvurin ikki ófarligur. Tað er týdningarmikið at hava tað stuttligt, men tað er tíggju ferðir týdningarmiklari at hava fyrilit. Kannið veðrið, kannið umstøðurnar, kannið aldurnar, latið tykkum í ordilig klæðir og kennið tykkara egnu avmarkingar.
Men fremst av øllum – surfið ikki einsamøll.
Skeltið sum hesi eru at síggja kring landið