AT SIGLA TIL STUTTLEIKA

Blunda. Ímynda tær orðið ‘frælsi’. Hvat sært tú? Villar víddir? Bláan himmal? Sannlíkt. At sigla er tann ultimativa kenslan av frælsi. Eingin gangur. Einki baks. Bara vindurin og aldurnar. 

Øll oyggjalond eru fiskilond, og Føroyar eru einki undantak. Tó so eru tað nógv í Føroyum, sum ikki eru von at fara stimitúr í góðveðrinum. Men at sigla er ikki nógv øðrvísi enn at fara ein góðan sunnudagsbiltúr. Tit noyðast ikki at gera nógv hóvasták burturúr. Og møguleikarnir eru nógvir. Skal tað vera við rúkandi ferð í rasarabáti? Ella kanska ein ‘slow-mo’ slupp? 

LEIGIÐ EIN PRIVATKAPTEYN

At síggja heimlandið frá sjónum er eisini nakað serligt. At sigla undir hesi støð, sum mann so mangan hevur sæð frá landi: Drangarnar og Tindhólm í Sørvágsfirði – og ikki um at tala heimsins mest avmyndaða foss: Múlafoss í Gásadali. Tit kunnu eisini fiska við tráðu. Skiparin kennir tey bestu miðini. Hvør man sleingja flest fiskar innum?

Norðlýsið út fyri Klæmintsgjógv

GROTTOKONSERTIR

Í Sydney hava tey operahúsið. Í Føroyum hava vit Klæmintsgjógv. Farið við Norðlýsinum og upplivið framúrskarandi grottokonsertirnar, sum Summartónar skipar fyri. Konsertirnar verða vanliga framførdar í Klæmintsgjógv, sum er heimsins størsta helli – og samstundis eitt einastandandi auditorium. Summartónar eru – sum navnið bendir á – bert á sumri. 

SIGLIÐ Í SKJÓTTGANGANDI BÁTI

Eitt er at sigla – men at sigla í skjóttgangandi báti er ein adrenalinuppliving, so tað forslær. Har eru ein ørgrynna av feløgum, sum bjóða slíkar túrar fram. At fara fúkandi eftir sjónum í skjóttgangandi báti er bókstaviliga sum at ríða á aldunum – og sannlíkt merkja tit tað eisini í dintlinum aftaná. 

Kunnið tykkum um allar møguleikarnar niðanfyri. 

 

Báta- og fiskitúrar

Túrar í skjóttgangandi báti