FJALLATÚRAR Í FØROYUM

Mann hevur nóg illa sett bilin, og so stendur mann har – mitt í øllum veldinum. Útsýni yvir dramatiskar fjallatindar øðrumegin, havsbrúgvin hinumegin. Hetta er tað besta við at búgva í Føroyum: vit skulu ikki ferðast langan tein fyri at síggja slík undur. 

Hetta vita tit, sum hava gingið nógv í fjøllunum. Men til tykkum, sum kundu hugsað sær í fjøllini – men ikki reiðiliga vita hvussu, hvat og hvar – her á síðuni er nógv gott at finna. 

HVAR ER GOTT AT FARA?

Les ella tak niður Hiking in the Faroe Islands (á enskum) ella tak niður eldri útgávu (á donskum ella týskum).

Vakrar og fjølbroyttar gonguleiðir finnast kring alt landið. Gonguvegleiðingin Hiking in the Faroe Islands (á enskum) fevnir um 23 fjallatúrar, og í henni kunnu tit lesa um trygd, atgong og aðra praktiska kunning. 

Og niðanfyri fáa tit fullkomið yvirlit yvir allar bygdagøturnar í Føroyum. Tit kunnu síla frá, sum tykkum lystir: stað, longd o.s.fr. Eisini er vegleiðing um torleikastøði á ymisku túrunum. 

Tá kvøld og morgun á vinahátt

blídliga heilsast um miðjunátt.

– Fríðrikur Petersen (Hvørjum man tykja vakurt hjá sær, 1892)

ÁÐRENN TIT FARA FRÁ HÚSUM

Tit hava funnið rætta túrin og rætta dagin. Nú verður tað. Men hvat? Hálva leið niðaná: byrjandi skifti í veðrinum. Mjørki. Oysregn. Heglingur. Tað er ikki nokk at hyggja út gjøgnum vindeygað, áðrenn farið verður frá húsum. Kannið altíð veðurforsøgnina. 
Týdningarmikið er eisini at siga øðrum frá, hvar ið leiðin gongur, og hvussu nógvar tímar túrurin tekur. 

Tað er eisini gott at hava eina plan B í huga – eina aðra leið – um ættin skiftir; ein skriða er lopin; ella seyður verður rikin. 

HVAT SKAL Í RYGGSEKKIN?

Umframt góðar skógvar og góð klæði er ymiskt, sum er eitt “mást”, tá ið tit pakka ryggsekkin. Her fáa tit ein lista:

  • Húgva og handskar viga lítið og kunnu koma væl, serliga uppi á toppinum.
  • Tey fæstu fara frá húsum uttan fartelefon. Minnist bara til at løða hana áðrenn, tí GPS'arin er hentur í fjøllunum. 
  • Smyrjið ein góðan matpakka. Turrur fiskur, grind og spik eru fjallafavorittar. 
  • Tað er skjótt at gloyma eina vatnfløsku – men tað fara tit at angra. 
  • Okkurt søtt kemur altíð væl við. Rosinur eru lítlar orkubumbur, sum fylla lítið. 
  • Pakkið eisini eyka sokkar og undirtroyggju. Hosurnar koma væl við, um tit snáva, tá ið tit fara tvørtur um eina á. Og ein eyka undirtroyggja er hent, tí ofta fer mann at sveitta í mótbrekku. Tá ið mann er komin niðaná, er ikki so galið við eini turrari undirtroyggju.

Heimaftur í øllum góðum

Tað fyrsta, sum er at siga um trygd í fjøllunum, er, at mann fer ikki í fjøllini í mjørka. Tit ganga tykkum í óføri. Og kemur mjørki brádliga á tykkum, so eru ráðini at bíða, til mjørkin lætnar aftur. 

Í dagbók hjá Williami Heinesen (God aften måne, god aften min ven, 1989) stendur at lesa, at hann viltist í fjøllunum, einaferð hann var farin niðan á fjallið Sneis í Norðurstreymoy. Havnarmaðurin var farin við bussi norður í Kollfjarðardal, hevði epli, grind og snaps við. Nú hann gongur undir tindinum verður kjaftsvart. William krokar undir einum helli, sær ikki fram um nøsina. Finnur pennin fram, setur seg at skriva, fær sær ein lítlan, og so sovnar hann. Hálvan dagin seinni vaknar hann. Nú var klárt. Men puff – skaldið hevði høvuðpínu, legði seg aftur eina løtu. Svevur nakrar tímar; vaknar – men hvat? Aftur mjørki. Soleiðis kann tað eisini ganga. Men rætt gjørdi William. Kemur mjørki á tykkum, so taka tit ikki óráð fyri. 

Út at ganga við ferðaleiðara?