Torleikastøði

Niðanfyri er stutt frágreiðing um torleikastøðini

Lættur túrur (grønt) 

Krevur ongar serligar førleikar og hóskar seg til øll. Oftast er talan um góða gøtu, ið hvørki er long (

Miðallættur túrur (blátt)

Krevur grundleggjandi kunnleika til at ganga á ójøvnum og skiftandi lendi. Tú skalt vera hampiliga væl fyri og hava neyðugu útgerðina (m.a. góðar skógvar/stivlar). 

Kann vera bratt í støðum og avbjóðandi at vinna fram. Túrurin er miðal til longdar.

Avbjóðandi túrur (reytt)

Til roynd gongufólk, ið orka væl og eru kropsliga væl fyri. Neyðugt er við rættari útgerð og skóm.

Kann vera avbjóðandi til tíðir við brøttum lendi, grýtutum strekki, og onkuntíð krevst at vassa tvørtur um áir og at klintra eitt sindur.  

Einki neyvt mark er fyri hæddarmát ella longd á túri.

Torførur túrur (svart)

Hóskar seg bert til sera roynd gongufólk, ið eru bæði kropsliga og mentalt væl fyri og klára seg í vandamiklum lendi. Tú skalt hava neyðugu útgerðina og duga at lesa kort og kumpass. 

Lendið kann vera uppaftur meiri avbjóðandi enn á reyðu farleiðunum og kann innihalda long strekki, har ið torført er at ganga. Ofta er talan um bratt lendi og/ella langa farleið.

Túrurin kann vera vandamikil og hóskar seg bert til roynd gongufólk. Øllum øðrum verður mælt frá at fara hesar túrar. Einki evsta mark er á longd ella hæddarmáti.