Karen Sissal Kj Kristiansen  |  Juli 2023

HANUS GREIÐIR FRÁ, HVUSSU VIT KUNNU “LESA” VEÐRIÐ

Vit hava sett veðurfrøðinginum Hanus Kjølbro stevnu og sett honum nakrar skjótar spurningar um veðrið. Veðrið fyri ‘dummies’, tummilsreglur, góð ráð, stutt um veðrið – spurningarnir vóru nógvir, men lat okkum byrja við nøkrum av tí fyrsta, ið hann segði:

Fyrsta og einfalda ráðið er hetta: Farið undan ættini!

 

Kemur hann sunnaneftir, farið so norðureftir.

Kemur hann norðaneftir, farið so suðureftir.

Kemur hann vestaneftir, farið so eystureftir.

Kemur hann eystaneftir, farið so vestureftir.

Tummilsreglur

Veðurfrøði er sum málfrøði – mann lærir seg reglurnar fyrst og síðan undantøkini. Har eru mong støð í Føroyum, sum uppføra seg beint øvut av tí, sum grannastøðini gera. Tit kunnu fara norðureftir, tá ið tað er suðurætt, men bara ikki har, ella tá ið tað er eysturætt, farið so vestureftir, men farið endiliga ikki har

Eitt undantak kundi verið t.d. Viðareiði, tí har riggar tummilsreglan ikki – um tað er vesturætt, nyttar einki at fara eystureftir, tí bygdin liggur víðopin, og lotið ferðast beint tvørtur um eiðið. 

Tað besta fyri Norðoyggjar, eisini fyri Viðareiði, er, tá ið hann kemur av útsynningi, tí so skal hann upp um Vágar, Steymoy, Eysturoy, og tá taka oyggjarnar burtur av, serliga avfallinum, men fyri so vítt eisini vindinum, og tá er einki eftir, tá ið tað nær norður til Norðoyggjar. Besta ráðið er hetta: hyggið at kortinum (Hanus viðmælir Windy), og lat sum um at tú ert vindurin – hevur tú fría kós? Ella eru forðingar á leiðini?

Eitt annað gott ráð er at hyggja á faroeislandslive.com. Veðurforsøgnirnar kunna ikki siga við vissu, júst hvussu veðrið skikkar sær, men live-myndin lýgur tó ikki. Tað hjálpir sjálvandi ikki í fyrireikingarfasuni, men tað er trúligasta løtumyndin, vit kunnu fáa av veðrinum á einum ávísum stað.

Eitt triðja ráð, ið Hanus kom við, var at spyrja tey lokalu, tí tey hava royndirnar og vita, hvussu veðrið vanliga hættar seg eftir ættini. 

Mjørkaættir

Mjørkaættirnar eru sjáldan mjørki, um tað er nógvur vindur, tí so vil mjørkin ferðast víðari. Men tá ið tað er undir 5 m/s, so er vandi fyri mjørka, tí at tá er so mikið stilt, at mjørkin verður til. 

Men hvør er so mjørkaættin í t.d. Havn? Ikki so yvirraskandi var svarið, at talan er ikki bara um eina ætt, men fleiri. Mjørkaættirnar eru oftast lágættir (ímillum útsynning og landsynning). Tá kemur heit luft sunnanífrá. Tá ið hon kemur yvir havinum í Føroyum og inn at landi, kólnar hon, og harvið kemur mjørki.

Meira um høvuðsstaðin. Tað eru serliga landsynningur sunnan og upp í landnyrðing eystan, ið koma undir at vera mjørkaættir í Havn. So vita tit tað!

Merkir tað so, at tað ikki eru reiðiligar mjørkaættir norðanfyri, nú ið vit læra at vit skulu fara undan ættini? Nei, so einfalt er tað heldur ikki. Men ein lítil tummilsregla er tó, at lágættirnar eru góðar norðanfyri og høgættirnar eru góðar sunnanfyri. Tá mjørki so kortini vinnur leiðina fram norðeftir, so er ofta talan um lágættir, sum koma høgt – altso at lágættin er farin í ein boga eysturum ella vesturum og síðan inn at landi.

Alt frá landnyrðingi í landsynning er gott vegur í Vágunum, tí allar tær eystaru og sunnaru oyggjarnar tá taka ringasta “stoytin”. Men hóast Vágarnar yvirhøvur eru vardar í hesum ættum, so er tað ikki líka gott alla staðni í Vágum. Summastaðni vil tað vera betri enn aðrasteðs – alt eftir hvar ímillum landnyrðing og landsynning hann kemur og øvut.

Veðurtekin

Vit spurdu eisini Hanus um veðurtekn. Eingi veðurtekn eru 100 % eftirfarandi, men nøkur góð veðurtekn eru hóast alt. Eitt teirra stavar frá flogførum, ið flúgva yvir okkum. 

Kaga upp í himmalin. Sært tú flogfarið har?

Tá ið flogfør tvørtur um loftrúmið, so hygg eftir, hvussu leingi halin hongur við. Hongur hann leingi við og kanska verður “smurdur” út, so er tað tekin um, at tað verður gráligari í veðrinum – í morgin og í ovurmorgin og kanska nakrar dagar fram. Tað merkir ikki neyðturviliga, at tað fer at regna í morgin, men tað verður ikki eins klárt og gott, sum tað er nú. Hinvegin: forsvinnur halin skjótt, so er tað tekin um at góða turra veðrið heldur sær til í morgin.

Eg spyrji Hanus, um vit eisini tá kunna siga, at tað góða veðrið heldur sær líka til í ovurmorgin og kanska nakrar dagar fram? Sjarmerandi veðurfrøðingurin svarar smáflennandi: Tú kanst altíð siga ‘kanska’. – Tað er eitt doyligt orð.

Orsøkin til, at halin frá flogfarinum kann nýtast sum veðurtekn er, at hann sigur um, hvussu slavin luftin er. Tess slavnari luftin er, tess longri fer halin at hanga í luftini, tí luftin klárar ikki at súgva vætuna til sín. Hinvegin: Tess turrari luftin er, tess skjótari vil hon súgva vætuna til sín, og halin forsvinnur.

So er tað eisini ein spurningur um, hvussu høgt ella lágt flogfarið flýgur, men tað goyma vit til ein annan dag.