Karen Sissal Kj Kristiansen | Januar 2026
FØROYSKA ULLIN HEVUR TAÐ HEILT OK
Í langa tíð hevur verið vanligt at hoyrt, at føroyingar ikki leggja í ullina og at vit bert gagnnýta ein triðing av ullini í landinum. Vit (og útlendingar við) eru fóðraði við søgum um at føroyska ullin ikki verður virkað, hon verður brend.
60% vøkstur í innkomnari ull
Ullaskiljingin á Búnaðarstovuni
Joana Bjarnastein hevur ábyrgd av ullarinnsavningini og ullartoyminum á Búnaðarstovnuni, ið tekur sær av ullarskiljingini:
Fyrst verður øll innkomna ullin hjá hvørjum bónda sær vigað og skrásett. Byrjað verður altíð á berum, tvs. at eingin onnur ull er á skiljiborðinum, tá farið verður undir at skilja ullina úr t.d. Hesti. Tá ullin er komin á borðið, byrjar góðskuskiljingin. Vát og skitin ull verður klipt frá og vrakað. Ull sum er illa tøvd, verður klipt frá og løgd í 2. flokk. Tá tað sum er vrakað ella skal í annan flokk, er skilt frá, verður mett um og skilt í litir. Tað eru 5 høvuðslitir: hvítt, ljósagrátt, myrkagrátt, ljósamorreytt og myrkamorreytt/svart, og so er ein sætti litur, ið kallast flekkut. Tá komið er ígjøgnum alla ullina hjá bóndanum, verða ymsu flokkarnir vigaðir og bóndin kann avroknast samsvarandi.
Umleið 800 kilo av ull verða skild um dagin í hesum tíðarskeiðnum.
Alt veksur í virðið, uttan tín løn
Fyri ull í fyrsta flokki verða 10 krónur latnar fyri hvørt kilo, meðan hálvonnur króna verður latin fyri ull í øðrum flokki. Fyri vrakaða ull verður onki latið fyri.
Tað liggur nógv arbeiði í at fáa ullina til Búnaðarstovuna. Eitt er sjálv roytingin, og at fáa tað roknistykkið at ganga upp. Er rættin langt frá vegi, er tað eisini stórt arbeiði at fáa ullina flutta víðari. Ullin skal vera turr, og helst eisini skild so mikið at ull sum alíkavæl verður vrakað ikki endar í sekkunum.
Øll fáa sama prís fyri ullina, óansæð hvar úr landinum ullin kemur, og tá prísurin frammanundan er rættiliga lágur, er spurningurin um ikki onkur skipan átti verið, ið gjørdi tað meira eggjandi at lata ullina inn, eisini frá høgum, ið liggja langt frá Búnaðarstovuni.
Seinastu tvey árini hevur Búnaðarstovan havt tveir innsavningardagar í Suðuroy og tað hevur bøtt um innsavningina úr Suðuroynni.
Hóast prísurin fyri ullina er lágur og óbroyttur síðan 2018, so er ein støðugur vøkstur í mongdini av ull, ið er latin Ullarmóttøkuni. Hetta kann eg bert lesa sum, at áhugin fyri ullini er vaksandi – og tað kunnu vit frøðast um.
Tað er týdningarmikið, at hetta arbeiði verður virt og at góðu søgurnar um ullina verða sagdar, so øll verða eggjað til at lata ullina inn, eisini hóast inntøkan ikki er so góð.
5 litir og ein afturat
Litirnir sum koma inn er tengt at, hvør letur ullina. Summir hagar eru hvítari enn aðrir, summir meira fleirlittir og aðrir meira gráir. Í ár var helvtin av ullini ávikavist hvít og ljósagrá, meðan tað ljósamorreyða, aftur í ár, fyllir minst. Samanborið við undanfarin ár, so var meira ljósagrátt í ár enn vanligt er og minni hvítt. Miðaltalið seinastu seks árini er nemliga 30% hvítt og 21% ljósagrátt.
Vit hoyra javnan, at tað ikki er eins stórur áhugi fyri tí hvíta, men her má ikki blandast við skinnini. Keyparin er ikki áhugaður í øllum teimum hvítu skinnunum sum eru, men tað er ikki júst sama galdandi fyri ullina. Skal ullin litast, so skal hon vera hvít. At tað er meira ljósagrátt í ár enn vanligt, er kanska heldur ikki so galið, tí ljósagrátt plagar at vera ein vælumtóktur litur hjá brúkaranum.
Tað gongur rætta vegin
Linjumyndin niðanfyri vísur gongdina á ullarmóttøkuni seinastu seks árini; frá hvussu nógv ull er at royta, til hvussu nógv er komið inn, til hvussu nógv er vrakað. Vit kunna ikki við vissu siga, hvussu nógv ull er í Føroyum, ella hvussu nógv ull kundið verið roytt árliga. Tað verður tó sagt, at tað eru 70.000 áseyðir í Føroyum og at tað í miðal er 1 kilo av ull á hvørjari ær. Tað vil siga 70.000 kilo í alt. Fyrivarni má tó altíð havast fyri slíkum yvirskipaðum útrokningum.
Grøna strikan umboðar ullina, ið er fyrsti flokkur og sum verður seld víðari til m.a. tógvframleiðarar. Í 2025 var øll hendan ullin seld til føroyskan framleiðara og vónandi heldur góða gongdin fram.
Summi ár eru betur enn onnur, tí ymisk viðurskifti altíð gera seg galdandi – ikki minst veðrið spælir stóran leiklut. Væntast kann tí, at tað altíð fer at sveiggja, hvussu nógv ull kemur inn og hvussu góð hon er.
Vilt tú keypa tógv úr føroyskari ull, eru hesir veitarar:
Kyrra tógv (nógv ymiskt)
Framleitt á Spinnarínum við Ánna í Skopun. Ullin er føroysk, í mestan mun keypt á Búnaðarstovuni, men tey nýta eisini ull av Skarvanesi og frá ymsum øðrum bøndrum í landinum.
Varmakeldutógv
Framleitt á Spinnarínum í Skopun. Ullin er av Varmakeldugarðinum.
Signabøtógv
Framleitt á Spinnarínum í Skopun. Ullin er av Signabøgarðinum. Her er talan um skinnull/lambsull.
Vesturgarður (Frísatógv og Núpa)
Frísatógvið er hondspunnið á Vesturgarði í Suðuroy. Ullin er úr Sumba og/ella úr Vági.
Núpa tógv er framleitt á Spinnarínum í Skopun. Ullin er úr Sumba og/ella úr Vági.
Navia (Samfingið og Bustað Samfingið – fæst eisini litað)
Ullin er føroysk, men tógvið er framleitt uttanlands.
Sirri tógv (ymsar tjúkdir – fæst eisini litað)
Nýggja Sirri tógvið er 80% føroysk ull og 20% NewZealandsk ull. Tógvið er framleitt uttanlands.
Snældan (Skipstroyggjutógv)
Í løtuni verður tíverri eingin føroysk ull spunnin á Strondum, bert útlendsk. Tá skipstroyggjutógvið, vónandi skjótt aftur, er at fáa, er tað 100% føroysk ull, vaskað uttanlands, men spunnin á Strondum.
Næsta ár skula vit væntað at síggja enn meira tógv frá ymsum gørðum og økjum í landinum, men enn kunna vit ikki siga, nær hesi kunna keypast, og hvat tey fara at eita. Vit vita tó, at fleiri bøndur hava latið ull til Spinnaríið við Ánna at framleiða egið tógv.
Bundið úr føroyskari ull
Umframt at keypa tógv, vaskaða ull og/ella sorteraða ull – væl at merkja føroyska ull - eru fleiri føroyskir sniðgevar, ið sniðgeva og binda við mongu føroysku tógvunum, og sostatt eru fleiri møguleikar at fáa føroyska ull inn at holdinum.
Spinnaríið við ánna
Mikrospinnarí í Skopun.
Sandoy
Varmakeldugarðurin
Bóndagarður í Norðagøtu
Eysturoy
Signabøgarður
ger egið tógv, heimablídni og túrar á garðinum
Streymoy
Vesturgarður
Øll pløggini eru hondbundin úr føroyskari ull. Stuttflutt og burðardygt
Suðuroy
Navia
ein av leiðandi tógv- og ullaframleiðarunum í Føroyum
Eysturoy
SIRRI
Vovin úr vindi og fjøllum
Tórshavn
Snældan
Einasta spinnarí í Føroyum
Streymoy
Greinin heldur fram undir myndinum.
Tá skuggatøl eru jalig
Seinnu árini hava nógv átøk verið gjørd ullini at frama. Vit hava fingið eitt vaskarí í Suðuroy, sum tekur nógva ull uttanum Búnaðarstovuna og brúkar hana bæði til at gera tógv og til at framleiða vøru.
Altjóða Rák
At enda eru tað tey, ið hondspinna og eisini her síggja vit sama rákið. Hóast tað ikki er nýtt at fólk goyma til egna privata nýtslu, so bendir alt á, at tað ongantíð hevur verið so væl umtókt at spinna í nýggjari tíð, sum beint nú, og væntast kann at hetta bara fer at vinda uppá seg.
Spinnaríið í Klaksvík hevur ein stóran leiklut. Stórt arbeiði verður lagt í at læra føroysku ullina at kenna og spjaða hesa vitan, bæði til føroyingar og útlendingar. Skipað verður javnan fyri skeiðum og undirvísing og rokkarnir ganga væl. Alsamt fleiri hava fasta gongd á spinnarínum, har tey læra at gera egið tógv, og tað er eisini týdningarmikil liður í at fáa gagnnýtt ullina. Áhugi, vitan, handverk og gagnnýtsla hanga saman.
Rákið, at fólk eru farin at spinna privat, merkist eitt nú eisini í Danmark hjá fyritøkuni Skytten, ið selur útgerð til ullarvirking. Tey siga, at tað merkist væl, at eftirspurningurin er vaksin munandi, eisini millum føroyingar, ið bíleggja frá teimum. Rákið sæst eisini úti í verð og eftirspurningurin frá útlendingum eftir føroyskari ull at spinna veksur eisini.
Og so er tað eisini týdningarmikið at viðmerkja, at øll ullin, sum kemur undir ’tað leysa’ er fyrsta flokks ull, tvs. her er hvørki vrakað ull ella annar flokkur.
Tað er torført at meta neyvt um, hvussu nógv ull verður virkað umframt tað sum kemur til Búnaðarstovuna, men ein meting er at tað er uml. 1,5 tosa afturat teimum 39,5 á Búnaðarstovuni.
Tað merkir at vit nú gagnýta í alt 41 tons ella áleið 59 % av samlaðu ullini í Føroyum.
Ferðavinnan og hugburðsbroyting hava flutt ullina
Orsøkirnar til góðu gongdina meti eg vera fleiri. Eitt er hugburðsbroytingin. Ullin er partur av seyðahaldinum, og so leingi vit hava seyð er tað okkara skylda at gagnnýta ullina – av umhvørvisávum og ikki minst tí hetta er virðismikið nattúrligt tilfeingi.
Ein onnur orsøk er øktur áhugi eftir ullarvørum, bæði ull at spinna, tógv at binda og sniðgivnar vørur úr føroyskari ull. Ikki minst millum ferðafólk. Økti eftirspurningurin hevur givið føroysku framleiðsluni luft undir veingirnar.
Ferðafólkini vilja hava Føroyar við sær heim, tey keypa sereyðkennið og kensluna av Føroyum. Og har er ullin og bundna troyggjan eitt sereyðkenni fyri Føroyar.
Seinnu árini hevur ein vøkstur eisini verið innan ullarferðavinnu ella bindiferðavinnu. Vit sum fáast við ull og selja bundnar vørur, merkja væl áhugan frá ferðafólki, ið ávíkavist spyrja eftir ullini hjá okkum ella vøru, ið er bundin í Føroyum og/ella úr føroyskari ull. Heilt nógv ynskja sær eina føroyska troyggju ella føroyskt tógv heim við. Hetta ynskið verður ofta stryrkt tá tey síggja, hvussu nógv sniðgeving og ull fyllur í býarmyndini, við handlum sum selja tógv og bundið í bæði bygd og bý og at síggja hvussu nógv føroyingar ganga í troyggjum og ikki minst; seyðurin ið einki ferðafólk sleppur undan at síggja og fella fyri.