UPPLIVINGAR Í LANDBÚNAÐINUM

Landbúnaðarferðavinna er, sum orðið bendir á, ferðavinna, sum hevur við landbúnað at gera. Hetta hevur vundið upp á seg í øðrum londum, men eisini í Føroyum. Dúvugarðar í Saksun er eitt dømi, og eitt annað dømi er fyribrigdið Heimablídni, har ið fólk borðreiða fyri gestum við tí, sum hagin ella jørðin hevur at bjóða – seyðakjøti, neytakjøti og grønmeti.

Landbúnaður og jarðarbrúk hava altíð havt stóran týdning í Føroyum. Seyður, ross og neyt hava verið her líka síðan fyrstu niðursetufólkini. Jarðarbrúkið fevndi í gomlum døgum um korn, hoyggj, røtur og frá 1775 eisini epli. 

Um neytahald er at siga, at nógv er broytt. Fyrr var kúgv í kjallaranum, men í dag munnu tað vera fáar føroyskar kvinnur, sum umrøða seg sum ‘neytakonu’. Nú fáa vit mjólkina frá MBM. Tað føroyska neytaslagið er tíverri ikki til longur, tí tað er blandað við onnur innflutt sløg. 

Føroyska rossið er tó ikki útdeytt. Í 1800-talinum vóru tey 800 í tali, men í dag eru bert 75 eftir (2023). Tað er Felagið Føroysk Ross, sum av øllum alvi arbeiðir fyri at fyribyrgja, at okkara sermerkta rossaslag doyr út.

Við seyðinum er so at siga einki broytt. Í Seyðabrævinum frá 1298 eru reglur um seyðarøkt, og tað er sjáldsamt, at hesar reglur yvirhøvur byggja á somu viðurskifti sum í okkara tíð. 

SIG SO TAÐ

Í øðrum londum er púra vanligt, at seyður verður mjólkaður. Einki veitst tó um, at føroyskur seyður í søguligari tíð hevur verið mjólkaður. Hvørki í Seyðabrævinum ella í øðrum skrivligum keldum er nakað nevnt um seyðamjólking. 

FORVITNISLIG TILTØK

Allar ársins tíðir eru ein rúgva av stuttligum tiltøkum, sum hava við landbúnað at gera. Tvey teirra, sum veruliga hava funnið sítt pláss í føroyska álmanakkanum eru Heystfagnaður og Eplafestivalur.

Heystfagnaður á Eiði

Eiðisbygd fór fyri nøkrum árum síðan at skipa fyri “Føroya bygdasligasta tiltaki”, sum tey sjálv nevna tað. Heystfagnaðurin fær størri og størri undirtøku fyri hvørt ár, og í dag telist hetta sum eitt hitt stuttligasta vikuskiftið um heystið hjá mongum matglaðum og bygdasligum føroyingum. Fyri eiðisfólk er Heystfagnaðurin sum ein lítil ólavsøka. Har er tónleikur, dansur, heimavirkaðar matvørur so sum rullupylsur og kjøtpylsur umframt nógvar, ymiskar kappingar – eitt nú at vinda hespu, halda eplasekki og fletta. Serliga síðstnevndu kapping verður nógv gjørt burturúr. 

Eplafestivalur heima á Sandur

Tit noyðast ikki at hava grønar fingrar fyri at fara á Eplafestivalin heima á Sandi. Her er alt millum himmal og mold at uppliva. Eitt nú verður skipað fyri FM í eplakasti. Tað er sannlíkt ikki ein tittul, sum sleppur á nakað CV, men tað er ein nokk so stuttlig søga at reypa um. Sjálvandi er eisini nógvur góður matur á Eplafestivalinum, og tað er ikki torført at gita, hvør ið høvuðsrávøran. Smakkið heimagjørd kips úr sandeplum ella stemmið á ársins eplarætt. Festivalurin endar sum oftast við góðum dansi. 

Neytalortakapping

Eingin skal koma og siga, at føroyingar ikki duga at finna upp á stuttlig tiltøk. Ein kapping, ið áhugafeløg onkuntíð skipa fyri til tess at savna eitt sindur av peningi, er tiltikna neytalortakappingin. Tá verður ein kúgv leidd út á eitt stykki, sum er girðað inni. Nú stendur fólkið og bíðar í spenningi, til kúgvin – ja, hvussu kann mann siga tað pent? – kukkar. Og tað kann taka alt frá 5 minuttum til 2 tímar. 

 

Landbúnaður í Føroyum eigur sanniliga sín lut í, at tað eru nógv stuttlig tiltøk at fara til. Hesar upplivingar eru upplivingar út yvir tað vanliga. Í Sandavági hava tey vakstrarhús, har ið tit kunnu keypa stuttflutt grønmeti. Tit kunnu eisini spyrja tykkum fyri hjá onkrum bónda eftir nýflettum neytakjøti. 

Tað, sum varð umrøtt her, var bert ein brellbiti. Niðanfyri síggja tit, hvussu nógv er at fara til.

 

HEIMABLÍDNI

KAFFISTOVUR OG ULLVØRUHANDLAR

SØVN

ANNAÐ