• slider category icon

GLOYMIÐ TYKKUM BURTUR

Tað er hugtakandi, hvussu kreativ vit eru í Føroyum. Og tað er ófatiligt, hvat vit fáa á skaftið. Vit útgeva oman fyri 100 bøkur (á upprunaføroyskum) um árið og oman fyri 100 tónleikaútgávur. Og at binda ikki um at tala – føroyingar binda upp á lívið, og tað hava vit altíð gjørt. Hvar stavar hesin brennandi hugur til at skapa frá?

Kanska er tað ein máti at halda myrka veturin út. Í gomlum døgum sótu tey í roykstovuni og søgdu frá søgum, og tey sungu, og tey bundu. 

Veturin er líka langur í dag, sum hann var fyri 100 árum síðan. Tá ið heystið kemur, byrja ymisku kvøldskúlarnir kring landið, og serliga eitt kvøldskúlaskeið, sum er vorðið væl umtókt, er at ganga til leir. 

Tó er ymiskt at fara til alt árið. Í Vestmanna hava tey eitt nú leirkafé, og í Havn hava tey smúkku- og leirverkstað.