SØVN SAVNA OKKUM SAMAN

Øll søvn hava trý ting í felag. Tey varðveita okkara fortíð, tey læra okkum at skilja okkara samtíð, og tey geva okkum íblástur til at skapa okkara framtíð. 

Leikluturin, sum søvn hava í dagsins samfelagi, er vorðin týdningarmiklari enn nakrantíð áður. Tey menniskju, vit eru í dag – mátin, vit hugsa og tosa og koma saman – minnir í stóran mun um tey menniskju, vit vóru fyri 100 árum síðan. Men nú førir tøknin og alheimsgerðin við sær, at víðfevndar, sosiologiskar broytingar fara fram beint fyri eygu okkara. Føroyar verða ikki somu Føroyar um 25 ár, og tað fara vit at síggja, tá ið vit vitja søvn í framtíðini. 

LISTASØVN

Listasøvn eru um alt landið – úr suðri í norð. Størsta savnið er sjálvandi Listasavn Føroya í viðarlundini í Havn. Skálin varð bygdur í 1970, og síðan tá hava føroysk listafólk sýnt síni verk fram her. Øll frá S.J. Mikines til samtíðarlistafólk. 

Hava tit børn, so skipið fyri eini savnsvitjan saman við teimum – tey elska tað! Nógv søvn hava eisini hugnakrókar, har ið tit kunnu fáa tykkum ein kaffimunn og seta tykkum at klippa og tekna við børnunum. 

Onnur forvitnislig søvn eru Listasavnið á Sandi, Ruth Smith-savnið í Vági og Steinprent á Skálatrøð í Havn. 

Síggið fleiri søvn niðanfyri:

SIG SO TAÐ

Tá ið vit gerast forelskað, gevur heilin frá sær dopamin og oxytocin. Hetta hendir eisini, tá vit fordjúpa okkum í list.

SØGUSØVN

Tað var ein, sum segði, at eitt fólk, sum ikki kennir sína fortíð, kennir ikki seg sjálvt. 

Í Føroyum kenna vit øll hvønnannan, og søgusøvnini eru nógv (og her meinast altso ikki ‘søvn við stuttsøgum’, men ‘bygningur við søguligum lutum’). 

Munurin á listasøvnum og søgusøvnum er, at í listasøvnum snúgva framsýningarnar seg um – ja, list. Framsýningar í søgusøvnum kunnu snúgva seg um hvat sum helst. 

Í Nólsoy er Ovasavnið, sum heiðrar Ova Joensen – kappan, sum róði einsamallur úr Føroyum til Keypmannahavnar. Í Vágunum er Krígssavnið við lutum frá øðrum veraldarbardaga. Við Áir er Hvalasavnið. Á Argjum er Sjósavnið. Umframt hesi eru ein rúgva av bygdasøvnum kring landið. 

Og so sjálvandi eisini Tjóðsavnið. Á, hvat ið ikki er at síggja í Tjóðsavninum. Útdeyði gorfuglurin? Útdeyði hvítravnurin? Útdeyði dímunarseyður? Ja, ja og ja. Umframt djór (sum eisini fevnir um beinagrindir av stórhvalum) eru søguligir bátar og fornfrøðiligir lutir frá víkingatíðini. Og nú mundu vit púrasta gloymt tað besta av øllum – kirkjubøstólarnar frá 1400-talinum!

Vitjið søvnini niðanfyri og gloymið tíð og stað. Ella rættari – minnist tíð og stað. 

Tjóðsavnið

Tjóðsavnið

Tórshavn

Bygdasavnið Látrið

Kom og uppliva gomlu húsini hjá Látrabóndanum!

Eysturoy

Hoyvíksgarður

Útisavnið í Gomlu Hoyvík

Tórshavn

Krígssavnið

Árini ið broyttu oynna!

Vágar

Savnið á Mýri í Hovi

Savnið á Mýru í Hovi bjóðar eina serstaka framsýning.

Suðuroy

Hvalastøðin við Áir

Síðsta varðveitta hvalastøðin á norðara heimsknøttinum

Streymoy

Ovasavnið

hann róði til Danmarkar við í 1986

Streymoy

Koltur

Tíðarfestingar vísa, at fólk hava búð Heima í Húsi síðan víkingaøld í 800-900 ár

Streymoy

Vestmanna Bygdasavn

Framsýning um ullaframleiðslu

Streymoy

Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn

Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn

Suðuroy

Blásastova

Kom á eina ferð aftur í tíðina, við at vitja savnið í Norðragøtu

Eysturoy

Dúvugarðar (søgusavn)

300 ára gamal bóndagarður í Saksun

Streymoy

Sands Bygdasavn

Norðara Koyta á Sandi

Sandoy

Kálvalíð

Kálvalíð er fornminnisavn í Miðvági, og er allarhelst elsta fornminnisavn í Føroyum.

Vágar

Søgusavni í Vestmanna

Ein øðrvísi frágreiðing um Føroya søgu

Streymoy

Koltur

Tíðarfestingar vísa, at fólk hava búð Heima í Húsi síðan víkingaøld í 800-900 ár

Streymoy

Sumbiar sóknar bygdarsavn

Fuglasavnið

Suðuroy

Húsini við Brunn

Bygdasavnið í Nólsoy // Nólsoyar Forminnisfelag

Streymoy

Bátasavnið í Fuglafirði

Gamlir bátar, kavaraútgerð, gomul tól og útgerð

Eysturoy

Norðoya Fornminnasavn

úti í Klakksvík

Norðoyggjar

Bygdasavnið Forni

Eysturoy

Sørvágs Bygdasavn

Sørvágs Bygdarsavn hevur eitt fjølbroytt savn av søguligum lutum og gripum.

Vágar

Norðoya Fornminnasavn

úti í Klakksvík

Norðoyggjar

Sluppsavnið

í Vági

Suðuroy

Manglar eitt savn á listanum? So er gott at skráseta savnið her, og vit leggja tað aftrat listanum.