AHHH …

Í einum heimi, har ið vit gerast meira og meira bundin at telefonini; har ið arbeiðið fyllir meira og meira; og vit í heilum fara til ymisk ítriv, fundir, føðingardagar – tá gloyma vit ofta at forkela okkum sjálv. 

Men tað finst eitt gylt høvið í degnum til heilsubót. Tá ið vit keða okkum. Tí tann løtan kemur sanniliga eisini sníkjandi viðhvørt. Kanska serliga um vetrarmánaðirnar. Ein leygarmorgun ella eitt mikukvøld. 

Vælvera kostar ikki nógvar pengar. Tað krevur bara, at mann setur eina løtu av til tað. Tá ið tit seta tykkum í ein hitapott, í sauna, í spa, eitt kuldakar – tá er tað sum, at kroppurin alt fyri eitt sigur: Hetta var akkurát tað, sum manglaði! 

Tilboðini eru mong, hvat viðvíkur heilsubót og sálarró. Tit kunnu eisini tekna tykkum til pilates og yoga. Fáið íblástur niðanfyri.