KIRKJUR Í FØROYUM
Mann kann illa ímynda sær eina føroyska bygd uttan eina kirkju. Sjálvt fjarskotnastu bygdirnar so sum Saksun hava kirkju. Ja, vit hava enntá eina bygd, sum eitur Kirkja.
Kirkjan hon er eitt gamalt hús,
stendur, um tornini falla;
torn sukku eftir torn í grús,
klokkur enn kima og kalla– Jákup Dahl próstur (1925)
VISTU TIT?
- Jógvan Fríðriksson bispur er Føroya fyrsti bispur.
- Allar kirkjurnar venda í ein vestan – uttan tann í Haldórsvík (hon er rund, ella t.v.s. átthyrnd).
- Í Sandavágs kirkju er ein rúnusteinur, sum varð ristur í 1200-talinum. Á honum stendur: Torkil Onundarson, eysturmaður av Rogalandi, bygdi henda stað fyrst.
- Í gomlum døgum, tá ið jarðarferð var úr Havnar kirkju, hevði klokkarin tvær kirkjuklokkur at velja í. Doyði ein ríkmaður, ringdi tann stóra klokkan; var tað okkurt vesalavætti, ringdi tann lítla klokkan.
- Har er bert ein katólsk kirkja í Føroyum – Mariukirkjan í Havn. Vitjið kirkjuna í kvøldarsólini, tí tá verður glæsiliga listaverkið eftir Trónd Patursson lýst upp og fyllir rúmið.
KIRKJUR Í FØROYUM
Havnar kirkja (Dómkirkjan)
Havnar kirkja – Dómkirkjan – er næstelsta varðveitta kirkja í Føroyum.
Tórshavn
Christianskirkjan
Vegna umvælingar, er kirkjan bert opin tá Guðstænasta er.
Norðoyggjar
Fríðrikskirkjan
Eysturoy
Funnings Kirkja
Kirkja frá 1847
Eysturoy
Vesturkirkjan
Vesturkirkjan, ið varð vígd í 1975, er vorðin ein býarmynd í Havn. Í skapi líkist hon einum seglskipi, og við tí 41 metur høga torninum verður hon søgd at vera hægsti bygningur í Føro
Tórshavn
Vágs kirkja
Tað sum eyðkennur Vágs Kirkju er ný gotiski stílurin
Suðuroy
Kirkjan í Fámjin
Kirkjan í Fámjin í dag er bygd í 1875 og tikin í nýtslu í februar 1876
Suðuroy
Sandavágs Kirkja
Ein av vakrastu kirkjum í landinum
Vágar
Kirkjan í Kirkjubø
Elsta kirkjan í Føroyum
Streymoy
Mariukirkjan
Stutt frá miðbýnum og tætt við viðarlundina í Havn stendur katólska kirkjan, Mariukirkjan. Hon varð vígd í 1987. Kirkjan frammanundan var bygd upp í Sankta Frans skúlan nakað longri nið
Tórshavn
Gamla Gøtu Kirkja
Trækirkja frá 1833
Eysturoy