Karen Sissal Kj Kristiansen | Juli 2025
LINA LÆRIR SISSAL AT GERA BLÓMUTYSSI VIÐ VILLUM FØROYSKUM BLÓMUM
Lina Hanssen fær meg at hugsa um sangin hjá Bernardi Brim, um Sóljugentuna, ið hugbindur yrkjaran, tá hon letur honum eitt sóljutyssi. Hóast Lina ikki er ein lítil genta, so er hon bæði yndislig, mild og vøkur, og hon ber boð um vár. Og tá ið vit, myndakvinnan Klara og eg, hitta Linu ein sóldag í juni, vekist hin sama kenslan í okkum, sum lítla gentan tykist hava vakt í yrkjaranum.
Tann vøkstur og tær blómur, sum vit vanliga ikki síggja, og ið summi enntá rópa ókrút, hugtaka Linu.
Lina, ið eru útlærdur blómuprýðari, eigur og rekur einstaklingavirkið BLÓMA. Hon skilur seg frá teimum, ið eg vanliga hugsi um, tá ið eg hugsi um blómubindarar og blómuprýðarar, tí Lina leggur seg í størstan mun eftir tí føroyska.
Lina hevur betri hug á øðrum villum vøkstri enn sóljum, einamest tí at sóljan longu er avhildin, og tí at fyri Linu snýr tað seg – eisini – um at fáa allar tær føroysku blómurnar í spæl. Ynskið hjá henni er, at vit fáa eyguni upp fyri tí vøkstri, sum er okkara, og at vit soleiðis í minni mun innflyta blómur. Tann vøkstur og tær blómur, sum vit vanliga ikki síggja, og ið summi enntá rópa ókrút, hugtaka Linu, og tá ið vit síggja úrslitið, sigur tað seg sjálvt – tí við teimum skapar hon vakurt og áhugavert blómuprýði.
Fyrstu blómuna, ið vit henta er geitarkál – ella tásársgeitarkál – ein nett, høg, og yndislig hvítblomstra, ið lýsur upp, har ið hon stendur í bønum. Hon fær meg at hugsa um hylliblómu og hvonn, orsakað av sínum hvíta fullkomna blómutoppi. Geitarkál er tó ein ágangandi, innræsin planta. So hóast hon er vøkur, vilja fólk ikki síggja hana í havanum; tí fær hon loyvið, yvirtekur hon alt økið. Tað ger tí einki at henta geitarkál, har ið tað veksur vilt. Og góð ráð til tykkara, ið als ikki ynskja geitarkál á stykkinum – takið spaka í hond og gravið rótina upp, tí tað er gjøgnum rótina, at hon ger sína innrás.
Klara klikkir við fullari ferð – tað er trupult at lata vera – tí Lina er hugtakandi, har ið hon stendur við einum vøkrum tyssi í hondini og eldhugað greiðir frá um geitarkálið og aðrar innræsnar blómur og um allar møguleikarnar, ið eru í tí villa føroyska. Um hvussu vit ikki skulu týna ein bø ella eitt øki og aldrin taka meira, enn okkum tørvar. Og um meginregluna: aldrin at taka meir enn ein triðing í einum avmarkaðum øki.
Meðan hon stendur og greiðir frá, tekur hon smáu bløðini av stelkinum. Hetta fyri at blóman skal halda sær longri, tá ið hon fer í vasa. Hon fortelur, at hon setur blómurnar í heitt vatn. Eg hugsi, at hon man siga skeivt, tí eg havi altíð hoyrt at vatnið skal vera lunkað. Men nei, so er ikki, tá ið tað snýr seg um blómur. Teimum dáma væl at fáa eitt ‘kick’ við heitum vatni, nærum upp til kókandi heitt. Jaja, mann lærir, so leingi mann livir.
Eftir eina løtu hevur Lina – umframt geitarkál – hentað jóansøkugøtubrá og leggsýru, og vit semjast um at førka okkum til eitt annað mið hjá Linu.
Eftir fyrsta støðg hevði eg fullkomiliga mist hjartað til geitarkálið. Eyguni kendu tað, men hjartað hevði ikki boðið tí innum – fyrr enn henda dag. Tað kitlaði í mær. Eg vildi hava eitt so stórt tyssi, sum tummilsreglan hjá Linu yvirhøvur loyvdi. Men tá ið Lina – mitt í mýrilendinum – greiddi frá um stórveikasev, sum fyrr var skrallað, turkað og brúkt sum veik í oljulampu, vakti hetta heldur einfalda sev eisini ein tokka í mær. Stórveikasev er langt, djúpgrønt, tjúkt sev við bert einari blómu á. Skuldi eg givið tí eina persónligheit, vildi eg mett stórveikasev at hvíla ógvuliga væl í sær sjálvum og hava høgt sjálvsvirði. Eins og við geitarkálinum so kendi eygað tað, men áður hevði eg ikki veruliga givið tí ans. Tað kom sjálvandi við í mítt tyssi.
Støðugt finnur Lina nýggj sev og blómur, og blómutyssið byrjar at taka skap, og eg síggi, hvat ið hon ætlar. Enn er tó ikki liðugt: “Her manglar hædd og ljósgrønur litur”, sigur hon. Hon traðkar, har ið eg minst væntaði tað, og tekur upp eina stóra stórrukkuta hømiliu. “Mother of all” nevnir hon hana, meðan hon tekur bløðini frá. Lina leggur síðan afturat, at henni dámar væl at fara eftir tí, sum at síggja til ikki er vakurt. Eg nikki játtandi: Mann kann róliga siga, at hømilian ikki er kend fyri at vera vakrasta blóman “í býnum”, men tað er eyðsæð, at Lina veit, hvat ið hon ger. Tí tá hon rundar alt av við einum sindri av skøru, so riggar tað – og tað riggar væl eisini. Tyssið er liðugt, og nú er bert eftir at fáa í ein góðan leirvasa – sum sjálvsagt eisini er føroyskur – og heitt føroyskt vant úr ketlinum – et voilà!
Lærið at gera egin blómutyssi – góð ráð frá Linu
- Havið altíð ein lítlan saks við, tá ið tit henta. Skræðið ikki rótina upp; klippið.
- Togið grønu bløðini á stelkinum av. Bløðini skula eisini hava sítt, og tess fleiri bløð, tess meira væta skal til at halda blómuna fríska í vasanum.
- Takið aldrin meira enn tit hava tørv á.
- Hentið blómur um kvøldið ella tíðliga á morgni, tí tá er mest væta í blómuni. Um summarið er góð tummilsregla at henta kl. 8 (t.v.s eftir kl. 8 um kvøldið og áðrenn kl. 8 um morgunin).
- Hentið aldrin alt í einum øki. Hentið í mesta lagi ein triðing.
- Ræðist ikki tað, sum ikki er vakurt at síggja til. Stórrukkuta hømilian, sum sjáldan er á fyrstaplássinum í vakurleikakapping, stendur seg væl í eini stórum blómutyssi – helst einsamøll umringað av øðrum blómum.
- Skræðið aldrin upp við rót, tí so koma blómur ikki aftur sama stað.
- Havið bókina Føroya Floru við. Lítla hondbóksútgávan er væl egnað.
- Skøran er blivin ein plága, og ynskja vit hana ikki í náttúruni. Tó kann hon vera sera vøkur í einum vasa. Tá ið tit taka Skøruna er allarbest at grava hana upp og taka hana við rót. Týdningarmiklast er tó, at tit ikki blaka hana í kompost seinni. Skøran skal koyrast í ein posa, bindast fyri, og so í vanligt húsarhaldsburturkast, so at hon kann brennast.
- Føroya skøra er ein onnur søga: Hana vilja vit gjarna varðveita í náttúruni. Lina tekur aldrin Føroya skøru til blómutyssi – til tess er hon alt ov virðismikil úti í náttúruni.
- Tá ið Lina setur blómurnar í vasan, nýtir hon heitt vatn, ikki flótt vatn, men heitt vatn. Ja, onkuntíð beint úr ketilinum. Hetta gevur blómunum eitt ‘kick’.
- Heldur enn at tveita blómutyssi burtur, sorterar Lina tær blómur frá sum egna seg serliga væl til at turka – tað gera flest føroysku. Hon hongur tær upp og niður, og tá ið tær eru turkaðar, brúkar hon tær bæði sum vanligt prýði um veturin, og í jóladekoratiónum. Soleiðis er tað bæði stuttflutt og endurnýtsla – alt í einum.
Eftir er bara at vóna, at grassláimaskinurnar kring landið ikki gerast alt ov ágrýtnar og taka alt tað vakra burtur, nú náttúran velur at geva tilveru okkara eitt sindur av vakurleika og liti at hyggja at – her í tí næra.
Nú eru nakrar vikur síðan, at vit vóru á ferð við Linu, og eg kann bara staðfesta, at hon hevur smittað meg – tí eg síggi vøksturin á heilt annan hátt nú. Eftir er bara at vóna, at grassláimaskinurnar kring landið ikki gerast alt ov ágrýtnar og taka alt tað vakra burtur, nú náttúran velur at geva tilveru okkara sindur av vakurleika og liti at hyggja at – her í tí næra.
Hava tit hug at síggja blómulistina hjá Linu, so er fyrst og fremst at vitja hennara Instagram vanga ‘bloma_linahanssen’. Eisini er Fiskastykkið í Sandavági eitt gott mið, tí her brúka tey bara føroyskar blómur (frískar ella turkaðar), sum Lina annaðhvørt hevur prýtt við, ella hon hevur lagt teimum lag á. Hon prýðir javnan á Hotel Føroyum, og kann hon eisini reypa av, at hon hevur pyntað fyri kongi, tá ið hann vitjaði fyrr í summar.