Karen Sissal Kj Kristiansen | Juli 2024
ÓLAVUR OG BÁRA GREIÐA FRÁ UM MJÓLKI- OG OSTANEYT
Øll vita, hvat eitt mjólkineyt er: Neytini, sum lata okkum mjólkina. Men í Norðradali, vórðu vit møtt við einum nýggjum slagi: ostaneytum. Ein fittur kálvur var júst komin til verðina, og tað var hesin, sum fekk gongd á søguna um ostaneyt.
Størsti parturin av neytunum í Føroyum eru Holstein-neyt: tey stóru og eyðkendu svørthvítflekkutu neytini. Áðrenn Holstein-neytini tóku yvir, vóru tað tey reyðu Norsk Rødtfe (NRF), sum eyðkendu neytalandslagið í Føroyum. Fara vit enn longri aftur í tíð, so vóru tað føroysku neytini. Hesi hava tó tapt kappingina um básapláss í føroyskum fjósum. Tað er ymiskt, hvønn tokka mjólkabóndir hava til ymsu sløgini. Summir hava NRF, aðrir Holstein, og aðrir hava lagt seg eftir at fáa fleiri Jersey-neyt í flokkin.
Tað eru 14 mjólkabóndir í Føroyum. Fyri 20 árum síðan vóru áleið 65 og í 70’unum vóru heili 200.
Á garðinum Í Norðagøtu hevur Bára gjørt ostabitar (teir minnir um feta) í skjótt 12 ár. Ostabitarnir eru gjørdir úr mjólk av garðinum. Bára er eisini farin at lagra Kæsa ostin, ið MBM ger úr føroyskari mjólk. Tað eru somu ostarnir, sum hanga í hjallum og úthúsum í Trøllanesi, men í Norðagøtu liggja ostarnir inni í eitt ár. Hetta gevur ein ómetaliga góðan ost, sum bæði hevur mjúkleika og ‘bit’ – ein ostur, sum minnur nógv um ostin Primadonna.
Nýkálvaði kálvurin í Norðradali er hálvur Jersey og hálvur Holstein. Holstein kúgvin, ið hevur gingið við kvígukálvinum í 9 mánaðir hevur ikki verið hjá tarvi, men varð ísádd við X-kromosom-sái frá Jersey-tarvi. Kviðin at kálva eina ostakúgv. Ikki eiti á!
Sig so tað
- Tað ganga 10 litrar mjólk til 1 kilo ost.
- Í Føroyum eru 6 fjós leysgongufjós. Tað í Norðradali er tað nýggjasta í røðini, meðan tað í Gøtudali er tað næstnýggjast í røðini.
- Orðið ‘leysgongufjós’ merkir, at neytini ganga leys í fjósinum og standa ikki tjóðrað í einum bási. Tey fara sjálv yvir til mjólkirobottin, sum automatiskt mjólkar teimum og skrásetir alt, sum skrásetast kann. Samstundis fáa neytini at eta – eisini frá robottinum. Ólavur greiddi frá, at hann skal bara læra ungneytini (t.e. tey, sum flyta úr ungneytaøkinum og inn til mjólkineytini) einaferð, hvussu tey gera, og so duga tey sjálv. So neytini eru ikki býtt.
- 60 mjólkineyt og 60 ungneyt eru í Norðradali.
- Varmakeldugarðurin hevur størri mjólkikvotu enn í Norðradali. Her eru eini 75 mjólkineyt og 85 ungneyt.
- Í Norðagøtu mjólka tær í miðal 39-40 litrar mjólk.
- Tá ið vit vitjaðu í Norðradali, vístu tølini hjá mjólkineytunum 444: at tey høvdu mjólkað heilar 48,79 litrar av mjólk dagin fyri.
- Tá kvígukálvurin er 15 mánaðir, kann hon fara til tarvs (ella vera ísádd). Viðgongutíðin er 9 mánaðir, men tá hon so hevur kálvað, so byrjar hon eisini at lata mjólk. Tað ganga altso 2 ár, áðrenn kálvurin er blivin mjólkikúgv – ella ostakúgv.
- Rómakøkurnar, sum bakaríið hjá Frants Restorff var so kent fyri, fekk róma frá garðinum í Norðradali. Helst nakað, sum mangir borgarar í landinum fingu gleði av – kanska serliga havnarborgarar. Rómin og mjólkin var sigld til Havnar, tá ið byrjað varð at gera rómakøkurnar.
- Feitara mjólkin gevur nú á døgum ein væl betri prís enn tann soltna. Mjólk, sum er 4 % feit, gevur 20 oyru meira fyri liturin enn mjólk, sum er 3,8 % feit.
- Miðaltalið í Norðradali liggur um 4 og 4,2 % fiti.
- Miðaltalið í Gøtudali liggur um 4,4 % fiti og onkuntíð heilt upp í 4,6 %. Viðmerkjast kann, at fjósið í Norðagøtu er tað fjósið í landinum við flest Jersey-neytum. So tað sæst.
- Eitt 100 % Jersey-neyt gevur í sær sjálvum 6 % fiti.
- Gamalt var, at eitt neyt skuldi kálva eina ferð um árið, men alsamt fleiri mjólkabóndir velja at lata tað ganga eitt sindur longur, áðrenn tær vera ísáddar aftur.
- Tá talt verður, so verður talt í mjólkakvotu. Samlaða mjólkakvotan í Føroyum er 7 milliónir litrar. Mjólkakvotan í Norðradali er 500.000 litrar mjólk um árið. Í Norðagøtu er hon 692.500 litrar um árið.
- Áhugavert er, at tá ið bøndur virka ost og aðrar vørur burtur úr mjólkini, kunnu teir selja yvirskotsmjólk, tvs. meira enn vanliga kvotan sigur, til ein lægri prís til MBM, sum síðan nýtir hesa yvirskotsmjólk at eksperimentera við. Soleiðis kann mann av sonnum siga, at bøndurnir, ið eiga MBM, eru við til at vørumenna.
- Mjólkabilurin kemur 3 ferðir um vikuna til Norðradals og heintar teir 20.000 litrarnar, sum kvotan loyvir.
- Í alt heintar MBM 144 tons av mjólk um vikuna runt um í landinum.
- Føroyska mjólkin hevur ógvuliga góða góðsku. Hon hevur eitt høgt protein-tal, eitt høgt feittprosent og lágt kyknutal.
- Tað eru eini 9 ár síðan, at tey byrjaðu at fáa Jersey-neyt í Gøtudali.
- Umframt garðsdagar, verður skipað fyri jólafjósi, luttikið verður á Heystfagnaðinum, og seinni í ár verður Varmakeldugarðurin eisini við til Matmarknaðin.
Myndir: Jóna Holm Kristoffersen og Sissal Kristiansen