Karen Sissal Kj Kristiansen  |  August 2024

SISSAL ER Í TRØLLANESI OG TOSAR VIÐ BÁRÐ UM OST

Tað munna vera fleiri ostar á Trøllanesi, enn tað eru seyðir og ferðafólk tilsamans. Eldhugin hjá Bárði Østerø fyri ostunum er heldur ikki til at fara skeivur av. Hann byrjaði í smáum í desember 2018, tá ið hann keypti 5 kæsaostar (t.v.s. fimm heil hjól) frá MBM. Í fyrstu atløgu vildi hann bara vita, um tað riggaði – at búna føroyskan ost í einum hjalli á Trøllanesi. Fór smakkurin at verða, sum hann ímyndaði sær? Fóru fólk at tíma at keypa ostin? 

Ætlanin var, at ostarnir skuldu hanga í minsta lagi eitt – helst tvey –  ár, áðrenn teir fóru handilin. Hesir fyrstu ostarnir vórðu tó tiknir niður longu á summri 2019, skornir í passalig stykki, vakumpakkaðir og settir til sølu í kioskini. 5 vikur seinni vóru øll tey sirka 50 ostastykkini seld. Og síðan hevur tað bara vundið uppá seg. Nú á døgum, 5 ár seinni, hevur hann umleið 400 ostar hangandi runt um í hjallum, gomlum hoyggjhúsum og úthúsum í lítlu bygdini.

Nú er brádliga plásstrot, tí ostarnir selja ikki bara væl í kioskini – tað, sum verður tikið við til mánaðarligu matmarknaðarnar selur út, og hotell og matstovur keypa trøllaostin, og fleiri og fleir trøllaostafjepparar leggjast afturat. So tá ið Bárður fer av oynni, er tað altíð onkur, sum heitir á hann at taka ost við sær. So nú er plásstrot á Trøllanesi. 

 

Bárður er ein hugskotsmaður. Hann testar og eksperimenterar, og tað er øllum greitt, at hann hugnar sær við hesum. Summir ostar eru bundnir upp í tveini einans, aðrir eru lagdir í løriftposar. Summir hanga sum nevnt í hjallum og úthúsum, meðan aðrir hanga í konteynarum. Summir hanga niðarlaga í bygdini, aðrir í gróthúsi langt oman fyri bygdina. Tað er eisini ymiskt, hvussu tað legst á ostin – nærindis sjónum legst meira á, og hugsast kann, at hesin osturin eisini fær meira bit.

Bárður kann tó ikki leggja seg á allar hjallarnar í bygdini – tí kjøt skal eisini hanga. Í lítlari bygd sum Trøllanes er gott samstarv sjálvur lykilin til trivnað. Og soleiðis loysir tað seg eisini. Í onkrum hjalli hongur bæði kjøt og ostur – undir vaðingini hongur osturin, og undir hongur kjøtið. 

“Eg eri ikki nakar ostamaður”, sigur maðurin, sum hevur oman fyri 3 tons av osti hangandi á Trøllanesi. “Men eg haldi, at osturin hildnast væl”, sigur hann við einum smíli áðrenn hann fær sær ein góðan bita við síni yndis samanseting: rugbreyð, kjøtpylsa, ostur og rabarbusúltutoy omaná. Her er alt í einum: tað salta, tað búnaða og tað søta.

Men alt er ikki bara ostur á Trøllanesi. Kjøtpylsa, rabarbusúltetoy, turt kjøt og bróstsukur fæst eisini í kioskini á Trøllanesi. Alt er lokalt – og tó. Súltutoyið gera tey úr vínrabarbunum, sum tey hava í rabarbugarðinum ovarlaga í bygdini. Bróstsukrið verður eisini gjørt av teimum báðum, Bárði og Maud. Neytakjøtið, ið annaðhvørt verður turkað ella gjørt til kjøtpylsu á Trøllanesi, keypa tey frá Poul Müller í Havn. Bárður hevur ikki neyt longur, men tað hevði hann, tá ið hann í 1992 byrjaði at gera kjøtpylsu. Kjøtpylsan gongur eisini væl – tey gera um 500-700 kilo kjøtpylsu um árið.

Eg havi fangað Bárð í pausuni frá busskoyringini. Umframt at diggast við “stuttflutt” norðuri á Nesi koyrir Bárður bussin á oynni – ein uppgáva, sum hann loysir aðru hvørja vika. So møtir tú ikki Bárði í bygdini, so er tað sannlíkt, tí at hann førir vitjandi ella kalsoyingar ímillum vøkru bygdirnar í Kalsoynni.

“The kiosk at the end of the world” hevur hon javnan verið nevnd, kioskin hjá Maud og Bárði á Trøllanesi. Tey lótu kioskina upp fyrstu ferð í 2007, tá ið tey yvirtóku ein gamlan kontórskúr hjá Landsverki. Hesin varð tó skjótt ov lítil og óhóskandi. Í 2017 fingu tey nýggju kioskina, sum eisini er eitt slag av arbeiðsskúri, sum er gjørd til endamálið. Hetta er ikki størsta kioskin í landinum, men hon man vera millum tær mest sjarmerandi og forkunnugu. Bestseljarin er avgjørt stuttflutta matvøran, sum ferðafólk og føroyingar keypa við sær heim: osturin, rabarbusúltutoyið, kjøtpylsan og bróstsukrið. Men vaflurnar ganga eisini væl – saman við róma, rabarbusúltutoy og einum góðum drekkamunni. Hetta er ikki nakað gullnám, men frá páskum til heyst koma fólk dagliga á gátt.

Ferðafólkunum dáma væl hesi lokalu vørurnar – tey vilja hava Føroyar við sær heim. Og hvat er tá betri enn ein ostur, ið er búnaður í einum gomlum torvhúsi ella í einum hjalli á Trøllanesi? 

Myndir: Klara Johannesen og Sissal Kristiansen