Karen Sissal Kj Kristiansen | Oktober 2025
“UM EPLINI IKKI SMAKKA VÆL, SO ER DØGURÐIN OYÐILAGDUR”
Fyri tveimum árum síðan fekk eg mær eitt prát við Mariu Lyager um at vera frílendisgartnari í Føroyum. Maria var tá í tíðaravmarkaðum starvi á Miðstovugarðinum heima á Sandi. Eg vitjaði í juli, og hóast tey tá longu tóku upp, nakað av tí tey høvdu sett niður fyrr á árinum, so var heilt greitt, at skuldi eg veruliga síggja, hvat tey fingu upp og burtur úr stóra arbeiðinum, so skuldi eg koma aftur á heysti.
Óynsktar umstøður hava havt við sær, at tey á Miðstovugarðinum ikki hava fingið sett niður í vár og summar, sum tey høvdu ætlað, og tí er eisini tað minni at taka upp.
Henda hósdag tekur Jónhild upp til at hava við til Havnar dagin eftir.
Vit byrja við grønkálinum, sum stendur broyskið og vakurt í góðari røð oman gjøgnum veltuna. Næst at leggja í baljuna er reytt grøntkál. (Eg elski hetta, at vit hava grønkál og reytt grønkál, akkurát sum tá vit siga myrkamorreyðar troyggjur og myrkabláar myrkamorreyðar troyggjur.) Grønkálini (bæði tey reyðu og tey grønu) vórðu sett niður í juni. Áðrenn tað hevði Jónhild forspíra tey inni í vakstrarhúsunum í Trøðum. Vanliga forspíra tey kálplanturnar, áðrenn tær verða settar niður.
Tað er stuttligt at síggja munin á grønkálinum, sum eg síggi hendan heystardag, og tí, sum eg sá, tá ið eg var og vitjaði grannaveltuna ein julidag. Tá stungu tey ikki høgt upp, og við míni sera avmarkaðari vitan um grønmetisframleiðslu, helt eg, at soleiðis, sum tey vuksu upp tá, soleiðis vildi eisini verið á heysti. Men her fór eg skeiv. Grøna og reyða grønkálið veksur høgt. Uttan sentimeturmál vildi eg mett at stelkurin er millum hálvan og heilan metur høgur, og nú Jónhild tók av til at selja, breyt hon av niðrifrá og upp. Hon hevur sett meira niður í ár enn undanfarin ár, og byrjaði hon eisini fyrr at selja í Vágsbotni enn undanfarin ár.
Grønkálið selur hon bæði leyst og í fittligum posa saman við Pálmakálinum, sum sær út til at vaksa væl í veltuni. Kálini rigga væl saman í eini frískligari salat, men eru eisini góð at snerkja á pannu.
Meðan vit ganga og taka upp, fáa vit okkum eitt prát um tey framstig, sum eru gjørd innan føroyska matframleiðslu. Jónhild og Ottar hava verið á vøllinum øll árini og hava gott innlit í hetta:
Tað hevur ikki altíð verið lætt, og tað er heldur ikki lætt nú, men Jónhild er takksom fyri tær mongu nýhugsandi og ótroyttuligu eldsálirnar, hvørs røddir hava verið ómissandi í at fáa føroyska matframleiðslu inn í køkar og matstovur her á landi.
Eitt stórt ‘shout-out’ varð eisini latið undangongufólkunum Gutta, Snorra, Tjóðhild og Sunnivu fyri teirra áhaldni; ikki bert fyri vísa á týdningin av at gagnnýta egið tilfeingi, men eisini fyri at lata eyguni hjá okkum upp fyri mongu møguleikunum, sum eru við grøna vøkstrinum hjá okkum. Ósmæðin fortaldi Jónhild, at hon ikki altíð hevði gjørt nyttu av allari grøðini, men eftir at hava sæð og lært frá hesum áðurnevndu, hevur hon lært at gagnnýta grøðina betur, og sum hon eisini sigur: Alt kann etast. Hetta hevur eisini ført til, at hon ikki selur uttan legg og stelk. Keypir tú eitt tú eina rót, so kemur hon við øllum. Ikki tí at hon ikki tímir at reinsa hana, tí tað ger hon, men tí at hon vil hava okkum at gagnnýta alt.
Hesa løtuna, vit ganga í veltuni, tekur Jónhild, umframt tey bæði grønkálini og pálmakálið, upp purru, reyðrót, reyð og hvít knútakál, kálrót og mairót. Rótfruktirnar fáa av álvara bein at ganga á, tá ið myrkrið kemur, og tað merkir Jónhild væl hesa tíðina, tí, sum hon sigur, so er tað ótrúligt, sum tey eru farin at vaksa. Og hóskandi er tað, nú tey ganga so væl saman við føroyska matinum. Tað snýr seg nemliga ikki bara um at vit eta stuttflutt, men eisini at vit eta eftir árstíð. Fyri ein vanabundnan persón sum meg, kann tað vera sindur “øv!”, at eg ikki altíð fái tað grønmeti, sum eg hevur hug á. Men, tað er soleiðis, vit eiga at tillaga okkum:
Tað, sum grør á heysti, er tað, ið vit skula eta um veturin. Tað, sum grør um várið, er tað, vit skula eta á sumri. So hava vit nakað at gleða okkum til – akkurát sum tað var fyrr í tíðini, tá ið kremeggini vóru nakað, ið vit ótu á páskum – og ikki árið runt.
Her fært tú føroysk epli
- Fríggjamorgnar selja tey í Vágsbotni, og tá skal eitt sindur av hvørjum havast við: bæði til leysasølu til privatfólk, men eisini til matstovur, sum eru góðir kundar hjá Uttastovugarðinum.
- Eisini luttaka tey altíð á Staðbundna matmarknaðinum, sum áðurnevnda Sunniva er stigtakari til.
2025 varð árið, har purran hjá Jónhild vaks best. Av onkrari orsøk hevur tað ikki eydnast eins væl at fáa hetta kenda og vælumtókta grønmeti at vaksa hjá Uttastovugarðinum, men við hjálp frá gartnaranum á Búnaðarstovuni, tykist tað sum, at tey hava “knekkað koduna”, og gongd er komin á. Og hóast tær (enn) ikki eru eins stórar og tær, ið vit vanliga finna í matvøruhandlunum, so er Jónhild glað og spent, og mann ikki tær fara at vaksa enn betur næsta ár? Tí tað er alt ein spurningur um at læra at skilja jørðina, ið sett verður í.
Eplini eru helst tey, ið av álvara hava sett Sandoynna á kortið, tá ið tosað verður um grønmetisframleiðslu. Men henda dag ganga vit fram við eplaveltunum báðum, ta reyðu og ta hvítu. Eplini tekur Ottar nemliga upp við maskinu. Hann tekur gjarna tey reyðu fyrst, tey goymast betur enn tey hvítu, og tí riggar betur at byrja við teimum, og seinni verður tað so tíðin hjá teimum hvítu.
Eg vitjaði eg Jónhild henda dag, men dagin fyri hevði eg verið og keypt frá Miðstovugarðinum, ið tann dagin var og seldi í Vágsbotni, og dagin eftir, at eg hevði sæð Jónhild taka grønmeti upp, var eg aftur í Vágsbotni, tá ið Jónhild seldi har, og keypti okkurt av tí, sum vit høvdu tikið upp.
Miðstovugarðurin og Uttastovugarðurin eru í grundini kappingarneytar, men tey samstarva sanniliga eisini væl, bæði í gerandisdegnum og um nær og hvar, tey fara runt um landið at selja. Kristiliga deilast tey um hvør sín dag í Vágsbotni: Miðstovugarðurin er har mikudagar frá 14-17, og Uttastovugarðurin fríggjadagar frá 10-13. Eisini skiftast tey um økini í landinum, ið tey vitja. M.a. er Uttastovugarðurin javnan á Saltangará og selur.
So er spurningurin: Tekur føroyingurin undir við hugsjónini um, at vit skulu eta meira av stuttflutta grønmetinum enn innflutta? Langt er á mál, men tað er ein frálík kensla at hoyra kundarnar, tá ið teir vitjaðu í Vágsbotni – bæði mikudagin, fríggjadagin og til Staðbundna matmarknaðin.
“Keyp so nógvar gularøtur, sum tú kanst”
Hesi vóru boðini, sum ein av keyparunum hevði fingið frá mammu síni, áðrenn hon mikudagin var farin at keypa frá Miðstovugarðinum. So ikki er løgið, at gularøturnar gingu skjótt. Tær eru eisini ógemeina góðar, kann eg sjálv skriva undir uppá. Eg møtti 15 minuttir eftir, at tey vóru farin at selja, og tá var longu nógv farið, og kø var allan tann hálva tíman, eg var har og prátaði við tey. Eg spurdi ein av kundunum, hví hann var komin oman í Vágsbotn. Jú, har vóru fleiri orsakir: Fyrst og fremst so smakkaði tað væl, tað var stuttflutt, føroyskt, og so passaði tað so væl til føroyska matin. Kundarnir, sum vóru har tveir dagar seinni, høvdu meinlíka orsøk at standa har. Aftur var tað smakkurin, góðskan, og at tað er meira burðardygt og føroyskt og tænastan.
Eg fari at enda hesa frásøgn við at heita á øll um at fara á Eplafestivalin heima á Sandi, sum er hvørt heyst, og annars yvirhøvur at tit keypa føroyskt grønmeti. Sum eg hoyrdi ein siga niðri í Vágsbotni: “Um eplini ikki smakka væl, so er døgurðin oyðilagdur.”