Kolbrún í Haraldsstovu  |  August 2023

SVUPS! – OG VATNIÐ SÝGUR INN MILLUM LISSURNAR

Vit kenna hesi heldur ótespuligu kenslu, tá vit av óvart traðka í vátlendi og vit fáa karm. Men hóast hetta kann kennast sum ein ampi, tá vit annars ætlaðu okkum ein hugnaligan túr í hagan, so eiga vit ikki ilskast inn á vátlendi. Vátlendi skula vit nemliga glaðast um.

Ferðist í egnum landi hevur biðið Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørð á Plantudeildini á Tjóðsavni Føroya, siga okkum um vátlendi og hví vit eiga at glaðast um vátlandi, heldur enn ilskast, tá vit hendinga ferð fáa karm.

Vit royna ofta at umgangast tey reyðu, mosakendu, runutu og vátligu lendini tá vit eru í haganum. Hóast hesi lendi kanska ikki tykjast so tespilig við fyrsta eygnabrá, so eru tey sera týdningarmikil náttúruøkir í Føroyum. Vátlendi filtrera og reinsa okkara drekkivatn, og eru størstu kolevnis goymslur, sum vit hava.

TIP

Fylg @k0lbrun á teimum sosialu miðlinum og fá meir at vita um hvat tey á Tjóðsavninum arbeiða við. Hoyr um Koltursverkætllanina, um at endurbøta skriður og vátlendi við Landisbata verkætlanini -  umframt mangt annað í Kolbrún brennir fyri.

Hóast vátlendi bert fevna um 3% av jarðarskorpuni, goyma tey í sær 30% av heimsins kolevni. Mett verður at vátlendir goyma tvær ferðir so nógv kolevni sum skógir! Hetta merkir at kolevnisútlát frá bilum og øðrum menniskjaligum ídnaði verður upptikin av vátlendum og skógum ístaðin fyri at fara út í luftina og á tann hátt hita jørðina. Vátlendi forða eisini fyri yvirflóð og geva fólki mat og brennievni. Somuleiðis hýsa tey sjáldsomum plantu- og djórasløgum sum bert trívast í hesum heilt serliga vátliga umhvørvið.

Hóast teirra altjóða týdning, eru tey í stórari minking kring heimin.

Tey verða drenað, umbroytt til landbúnað og oyðiløgd av olju- og gassleiting. Vátlendi vera eisini útsett fyri eldsbruna og seyðabiti og nýtt sum brennievni.

Vátlendi eru ein natúrlig loysn fyri at minka um veðurlagsbroytingar. Verja vit tey, verja vit eisini okkara viðbreknu náttúru. So, næstuferð tú fært karm ímillum vátu mýrumosarnar, mýrifípurnar og borðsevini, fegnast, og hugsa tá um týdningin sum vátlendir hava fyri okkum og øll tey djóra- og plantusløg sum trívast har. Tað eru sera fá vátlendir eftir í Føroyum, og tí mugu vit verja og varðveita tey sum eftir eru.

Vitja eitt vátlendi