Karen Sissal Kj Kristiansen  |  Juni 2025

SISSAL VITJAR LISABETT OG VERNER OG LÆRIR UM RABARBUR

Rabarban er eitt grønmeti, sum vit í Føroyum hava havt sera góðar royndir við. Áðrenn vit fóru at innflyta tilgjørt bomm, var rabarban nýtt til lystimeti: dyppað í sukur og etin, sum hon var. Rabarbusúpan og rabarbugreytur munnu mong, sum vóru fødd í farnu øld, mangan hava smakkað. Vit kenna til, ella í øllum førum kendu til, rabarbugarðar í hvørjum grannalagið í landinum. Í høvuðsstaðnum hava vit eitt heilt Rabarbukvarter. Jú, rabarban er okkara.

Rabarban skal ongantíð standa turr, so tað er helst eina orsøka til, at hon veksur so væl her.

Myndakvinnan Jóna og eg, vóru og vitjaðu Lisabett Egilstrøð og Verner Hansen í kolonihavanum hjá teimum á Ternuryggi. Har hava tey hópin av rabarbum. Spurd, um tey høvdu umhugsað at fingið sær aðrar rabarbur enn føroysku rabarbuna, nú eitt nú vínrabarban er so væl umtikin fyri sín søtleika og vakra lit, var svarið eitt greitt nei. Hetta vildi Verner ikki hoyra taling um. Føroyska rabarban er eitt gamalt føroyskt rabarbuslag, ella sum Verner so eymliga sigur: eitt gamalt føroyskt ‘gadekryds’. Hon hevur tænt okkum føroyingum væl, tí hon veksur væl hjá okkum – og er tað eisini sama rabarban, sum pápi Verner fekst við. Summar eru grønari enn aðrar, og hóast tann grøna ikki hevur sama litin, so gevur hon betri kraft. Verner heldur styrkina í okkara grønu rabarbu vera, at hon kann brúkast til so nógv meira enn eitt nú vínrabarban kann.

Hvussu fáa vit rabarbu at trívast?

Rabarban trívist sera væl í Føroyum og er bæði løtt og góð at fáast við, hóast hon eisini setur krøv. Hon skal hava nógv vatn, men hóast hon ikki tolir turk, so klárar hon seg afturfyri ikki so væl í vátlendi, tí tá kemur ofta rot í rótina, og spælið er spilt. Sum Verner sigur, má hon ikki sjubba í vætu, men hon má ongantíð mangla vatn. Hon krevur ikki nógv ljós, tó hon kemur seg best, har hon eisini fær góða sól. Ei heldur er hon smásár um kulda, hóast tað helst ikki má koma ov nógvur kuldi út á várið. Størsta hóttanin er vindurin. Bløðini taka nógvan vind á seg, og tá brotna rabarburnar lætt. Men hóast rabarban fer illa av vindinum, so fer rótin ikki. Soleiðis merkir tað ‘bara’, at tú fært ikki rabarbu hesa ferð. Rótin skal hava gott rásarúm, og so skal hon hava tøð, tí hon er átufrek. Lisabett og Verner brúka høsnatøð, og so seta tey eina rót í hvørt horn í einum ferfermetri av jørð. Samanumtikið: Fær rabarban lívd, og stendur hon í góðari jørð við einum sindri av rásarúmi, so kann hon geva ótrúliga nógv.

Góð ráð frá Lisabett og Verner

  • Tá ið tú tekur rabarbu, er neyðugt at taka allan skógvin við upp, tí annars rotnar hann inn í rótina.
  • Ein til tveir dagar áðrenn, at tú ætlar tær at taka upp rabarbu, gev teimum vatn. Hetta ger tað lættari at taka rabarbuna, tí ein slenut rabarba er trupul at fáa upp – hon slitnar ofta. Rabarburnar vera eisini saftigari, tí tær hava sogið til sín vætuna.
  • Tá ið røturnar gerast ov stórar, tak tær so upp, klív tær og set niður aftur. Ov stórar røtur kunna lætt rotna.
  • Tá ið tú setur rabarbu niður, grava so eitt gott hol, og er tað turt í veðrinum, lat so fyrst eina spann av vatni í og ein neva av høsnatøð í holið, áðrenn tú setur rabarbuna í.
  • Lat tað vera ca. 80-90 cm millum hvørja rabarbu (altso hvørja rót).
  • Ikki taka allar rabarburnar í eini rót – lat helst einar tvær til tríggjar verða eftir, tí tað ger rótini gott.

Verner segði frá, at tað eina árið fekk pápin 10 kilo av rabarbu fyri hvørja rót. Hevur tú eitt gott rabarbustykki, so kanst tú gott taka rabarbur upp nógvar ferðir um árið – eitt gott ár upp til fýra ferðir. Sirka fjórða hvørt ár klíva tey røturar, tí um tær blíva  alt ov stórar, so rotna tær innan. Lisabett setur tær smærru kluvnu røturnar í ein urtapott inni í lítla vakstrarhúsinum, so at tær koma seg eitt sindur, áðrenn hon setur tær niður í rabarbustykkið. Hon grevur eitt stórt hol, og er komið út á summarið, so letur hon ofta eina spann av vatni í holið eisini – saman við einum neva av høsnatøð, áðrenn hon setur sjálva rabarburótina í. Sjálvt stykkið tæða tey við rossatøð. Rabarburnar verða tiknar, tá ið tær eru eini 40 cm. – Men veðurforsøgnin ávirkar eisini nær rabarburnar verða tiknar.

Hvar kann mann keypa rabarbu?

Hava tit ongan rabarbugarð, so fáast rabarbur til keyps bæði á marknaðum og frá fólki, ið hava rabarbu, í bólkinum Føroyskur matur til sølu á Facebook umframt í matvøruhandlum kring landið.

Rabarbugarðarnir (bæði tann við hús og tann í kolonihavanum) hjá Lisabett og Verner geva nógv meira enn til húsbrúk, og selja tey tí eisini rabarbur til vinir og kenningar, umframt at tey hava roynt seg á Matmarknaðinum og til Heystfagnaðin.
Lisabett ger tað, sum kundin vil: Summi vilja hava hana í buntum, onnur vilja hava hana skorna niður, men fyri tað mesta verður selt í kilo. Henni dámar eisini væl at putlast við tí sjálv, og selur hon tí bæði ymisk sløg av rabarbusúltutoy, rabarbusjele, súltaðar rabarbur, og afturat hevur hon so eisini trý ymisk sløg av súltaðum rótum.

Sjálv eigi eg eitt lítið stykki við vanligum føroyskum rabarbum. Hóskiligt til húsbrúk – ella heldur grannalagsbrúk. Hóast tær hvørki hava fingið alsk ella tøð, síðan pápi mín fór fyri sjey árum síðan, so standa tær, og vaksa tær væl, og fekk eg heintað eitt fínt tyssi av rabarbum hendan dagin. Stelkarnir vigaðu tilsamans nakað undir tvey kilo, og burturúr tí fekk eg hálvanannan litur rabarbusaft, hálvan litur rabarbusirop og rabarbu-kompot (oman á hvítan til morgunmat ella til rabarbu-crumble ella rabarbuskons). Alt nakað, sum mann lætt hevur kunnað gjørt í Føroyum, serliga tá hugsað verður um avmarkaða vøruútboðið hjá keypmanninum. Í bókini Plantur til matna skrivar Sigga Rasmussen, at:

Í Norðurlondum hava rabarbur verið dyrkaðar seinastu 150 árini, síðan sukur fekst í handlunum.

… og gevur tað góða meining, tí umframt rabarbustelkar og vatn, fór fitt av sukri til at gera saftina og siroppin. Vit muga jú minnast til, at rabarban er eitt grønmeti og ikki ein frukt. Eg havi funnið eina uppskrift upp á rabarbu-kompot, har ið tú kanst nýta dadlur fyri sukur. Dadlur hava ikki verið gerandisvøra fyri 150 árum síðan, men eftirsum at nakað av rabarbu er eftir á stykkinum, kundi tað verið áhugavert at roynt í 2025.

Møguleikarnir eru nógvir við rabarbu. Eg kann av royndum siga, at tað er ómakaleyst at fáast við, og tað eru óteljandi uppskriftir uppá, hvat rabarban kann nýtast til. Umenn tær eru av eldri dato, so eru 7 uppskriftir við rabarbu í bókini Matur og Matgerð eftir Óluvu Skaale og Marius Johannesen, og 4 í bókini Góðaráð eftir Jonhild Henriksen.

Vilt tú heldur keypa teg frá tí, so munnu flestu kaffistovur og matstovur hava onkra rabarbudessert á matarseðlinum, og so eru tað tey mongu, sum selja tilgjørt. Eg havi áður ofta keypt bæði rabarbusúltutoy, rabarbusaft og -sirop av Kalsoynni, bæði úr Trøllanesi og av Syðradali.

Hvar kann mann keypa rabarbusúltutoy o.a.?

Myndir: Jóna Holm Kristoffersen og Sissal Kristiansen