Karen Sissal Kj Kristiansen  |  August 2023

MARIA LYAGER UM AT VERA FRÍLENDISGARTNARI í FØROYUM

26 ára gamla Maria Lyager Jacobsen úr Havn er frílendisgartnari, og síðan 1. mai 2023 hevur hon verið í starvi á Miðstovugarðinum heima á Sandi. Hetta er hennara fyrsta sesong sum frílendisgartnari í Føroyum. Vit vóru við Mariu í veltuni á Sandafløttinum og fregnaðust, hvat fyri grønmeti goymir seg í veltuni á Miðstovugarðinum.

Gartnaraútbúgvingin hevur fleiri greinar, harav ein teirra er frílendisgartnari. Frílendisgartnarí snýr seg um at velta grøði uttandurða í frílendi. Og tað er júst hetta, sum Maria heldur vera serliga áhugavert. Tað snýr seg nevniliga ikki einans um at skilja planturnar og grønmeti, og hvørjar bestu fortreytirnar eru, fyri at tær skula vaksa, men eisini um náttúruna, tí hon er ein so avgerandi viðleikari.

Innan vakstrarhúsgartnarí eru fortreytirnar eitt sindur øðrvísi. Tá ber í ávísan mun til at stýra framleiðsluni meira neyvt, tí til ber at regulera hita, ljós, og nær ið vøksturin fær vætu. Meginparturin av tí grønmeti, sum vit í Føroyum fáa innflutt úr útlandinum, kemur frá vakstrarhúsum.

Hyggja vit burtur frá eplum og rótum, so hava vit ikki langa siðvenju innan frílendisgartnarí í Føroyum. 

Vaktstrarhúsini eru heldur ikki mong. Tí er tað so hugtakandi og áhugavert at fylgja við í tí, sum rørir seg og grør hjá hesum undangongufólkum, ið av sonnum hava tikið stuttfluttar vørur til sín.

Áhugavert er tað, at nógv kálsløg hóska seg sera væl at verða velt í Føroyum. Hetta er, tí at uppruna kálplantan – henni, ið øll kálsløg stava frá – er ein planta, ið upprunaliga veksur fram við sjónum. Hon trívist væl í saltroki, har ið nógvur vindur er og í sandutari jørð – og soleiðis egnar hon seg væl í jørðini við mølheyggjarnar á Sandi. Tey ymsu kálsløgini, ið Miðstovugarðurin veltur og selur, eru m.a. brokkoli, kálrót, grønkál, pálmakál, glaskál og rósinkál.

Tey kál og annað, ið Miðstovugarðurin og Maria hava velt í vár, og sum eru klár at heysta, verða m.a. seld á staðbundna matmarknaðinum, ið verður í Vágsbotni sunnudagin 6. august. 

Á matmarknaðinum finna tit alt gott úr havi, veltu, haga og bergi. Her kunna tit hitta føroyska matframleiðaran og smakka stuttfluttu vørurnar. Staðbundni matmarknaðurin verður fyriskipaður av Matkovanum.

Myndir: Klara Johannesen