Karen Sissal Kj Kristiansen | Juli 2024
SISSAL VITJAR AMALIU ÚTI Í FUGLOY
Sjálv hevur hon aldri verið til sjálvtøkuborð aðrasteðs. Tað er tað fyrsta, ið Amalia sigur, tá ið eg spyrji, hvat er á stóra sjálvtøkuboðinum framman fyri okkum. Júst tí borðreiðir hon við tí, sum hon sjálv hevur hug til – og so má tað gjarna vera litríkt eisini. Hetta við litinum forklárar eisini gularótaronduna, sum lýsur upp í rúminum.
Rugreyðini og botnin til rabarburulluna bakar hon fríggjakvøld, og so fer Amalia annars upp kl. 4 leygarmorgun at baka restina, t.e. hvítir bollar, birkis, rosinubreyð, kanelbreyð og pylsubreyð. Hjálparfólk møta kl. 7 og so verður annars stákast til stóru gullmedaljuna í svarta húsinum við reyðu tekjuni, fyrst í bygdini, í Kirkju á Fugloynni. Alt so at gestirnir sum byrjað at koma kl. 10 koma til búgvið borð við øllum tí sum hoyrir seg til ein góðan brunsj.
Eg hevði ætlað at gingið frá Kirkju til Hattarvíkar aftan á bronsj og so tikið Rituna innaftur úr Hattarvík. Umborð á Rituni viðmæltu teir tó, at eg heldur fór í land í Hattarvík og gekk til Kirkju til bronsj, tí so fekk eg bygt mær upp góðan apetit – og so var veðrið eisini best til tað nú. Tað er altíð skilabest at taka ráðini frá teimum lokalu – eisini hesa ferð. Uttan myndatól og í góðari gongu tekur túrurin áleið 1 tíma. Men ert tú forvitin, støðgar á og prátar við fólk og tekur myndir og annars tekur tær meira av løttum, so er skjótt, at túrurin tekur meira enn tveir tímar.
Meðan eg gekk niðan longu brekkuna til krossin, hugsaði eg mangan um navnið Fugloy. Ljóðkulissan segði frá, at her var nógvur fuglur. Niðri í Hattarvík hevði eg serliga varnast smærri, skjóttflúgvandi smáfugl, og niðan brekkuna var tjokkfult í spógva og ternum – tær seinnu ikki so gestablíðar.
Tað snýr seg ikki um ferðamálið, men um ferðina.
Tað er ógvuliga ómakaleyst at ganga eftir vegnum, sum knýtur bygdirnar báðar, og samstundis er tað ein sera vakur túrur. Túrurin hevur einki upp á seg heldur – hóast hann fyri eina, sum vanliga heldur seg á sløttum, merktiskt í lørunum, tá ið komið varð niðan á krossin (ið er uppi á 278 metra hædd). Tað var eitt sindur kalt, og skýggini lógu tungt yvir oyggjarnar. Tað er tó nakað serliga vakurt í tí gráa veðrinum – kontrastirnar eru flottari, litirnir eru djúpari, og tú varnast ofta betur tað vakra sum er beint framman fyri nøsina. Samstundis hugsi eg, at útsýnið yvir oyggjar okkara man vera framúr ein kláran dag. Hvussu langt man mann síggja, tá ið mann hevur rundað krossin? Kanska bara Norðoyggjarnar, nú ið mann hóast alt ikki var komin so høgt upp – men tær eru sanniliga eisini stórbærar. Túrurin oman er væl løntur við góðum útsýni, vøkrum laðaðum gørðum og nógvum fuglalívi. Vert er at nevna, at tá ið komið verður oman til svingið, har ið vegurin snarar oman til Kirkju, sæst fitt av lunda í bønum – um bert mann støðgar á og gevur teimum gætur. Millum Lundasetrið og Árstanga sita teir í hópatali og líta út á hav. Sambært bygdafólkunum er lundin komin tættari bygdini, so nú er illa nokk neyðugt at fara úr inniskónum fyri at síggja lunda.
Leygardags brunch er hvønn leygardag í summarfrítíðini frá kl. 10 til 14. Kostnaður er 200 kr. fyri vaksin, meðan gjaldið fyri børn (4-12 ár) er 100 kr. Sunnudagar er døgurði frá kl. 14 til 17.
Kalalon hevur 5 kømur á loftinum, ið verða leigað út sum “ból og biti” fyri ein sera lagaligan penga. Kalalon er at finna á Facebook – vitið eftir, um ikki okkurt av tí manga, sum tey bjóða, er akkurát til tykkara tørv.
Klokkan er næstan 12 áðrenn, eg eri komin í Kalalon, har ið eg hevði bílagt mær leygardagsbronsj. Eg visti ikki heilt, hvat ið eg skuldi rokna við, men tað kom óvart á, at her skuldi vera so gott lív í. Í køkinum stákaðust minst tríggjar damur. Inni í sjálvari matstovuni var eisini fult av fólki – í øllum aldri - bæði búsitandi fugloyingar og onnur, sum vóru komin til Fugloyar at halda summarferiu ella vikuskifti. Eg var komin í lag við fimm fransmenn, so vit fyltu eisini skjótt eitt borð.
Eitt kritikkpunkt, sum ofta kann gevast sjálvtøkuborðum, er, at fólk gevast at fylla á borðið hálva leið inn í upplatingartíð. Hetta var ikki galdandi í Kalalon. Klokkan hálvgum tvey borðreiddu tey enn við nýstoktum fleski og pylsum umframt rørdum eggi.
Túrurin við Rituni kostaði bert 40 kr. Tað man ikki vera nógva staðni í heiminum, at mann fær ein so flottan og langan siglitúr fram við loddrøttum bergi fyri so lítlan penga. Men nívur samvitskan, kann mann altíð keypa ein ella tveir koppar av kaffi í salongini í Rituni og soleiðis leggja okkurt eftir sær. Tá ið avtornaði, var eg ikki heima aftur í Havn fyrr enn kl. 19:20. Tólv tímar frá húsum fyri ein tíma bronsj. Men tað er sum tey siga: Tað snýr seg ikki um ferðamálið, men um ferðina. Og hetta var av sonnum ein frálíkur avstikkari til Fugloynna ein gráan leygardag í juli.
Ferðamálið var tó frálíka gott! Ein deilig løta í Kalalon og ein vælsmakkandi bronsj. Óteljandi góðar upplivingar og gott prát við áhugaverd og fitt fólk umborð á Rituni, í Hattarvík, á gongutúrinum og í Kirkju. Fantastisk náttúruuppliving á sjógvi og landi. Og so fekk mann eisini hasi kravdu 10.000 fetini í beinini við góðari brekkuvenjing.
Áðrenn eg fór umborð á Rituna aftur kl. 15.30, náddi eg at leypa inn í handilin, sum lat upp kl. 15.00. Tað er altíð sjarmerandi at vitja hesar smáu bygdarhandlarnar, sum altíð royna at liggja inni við tí, sum bygdarfólkinum tørvar í knappari vending. Um tað er eitt twix, tun í dós, spagetti ella upp-og-niður-vask. Men her fæst eisini ymiskt, sum tey lokalu hava gjørt, og tá eg fór út aftur hevði eg keypt mær eitt par av nitruoyraringum og eina rullu av mentos til túrin.
Lítla familjan, sum fór avstað, løtu eftir at eg var komin, takkaði mangan fyri mat og blíðskap og legði afturat, at tey komu aftur í morgin til sunnudagsdøgurðan. Og í morgin verður fesk súpan, lambskjøt og rabarbutrifla á matarlepanum. So um leygardagur ikki riggar hjá tykkum, so er sunnudagur eitt gott boð. Minnist bara til at bíleggja pláss frammanundan.
Myndir: Klara Johannesen og Sissal Kristiansen