Karen Sissal Kj Kristiansen | Juli 2023
MAGNUS GAARD UM LYNGHEIÐAR
Magnus Gaard er lívfrøðingur og rektari á miðnámi í Vestmanna. Hann er eisini langabbasonur til Rasmus á Háskúlanum, ið skrivaði Føroya Floru, so tað er einki løgið í, at hann hevur so stóran tokka til føroyska náttúru og plantulív.
Magnus er av teirri áskoðan, at skulu vit fáa gleði av føroysku náttúruni, so muga vit kenna hana. Vit muga savna okkum vitan, og vit muga út at uppliva náttúrna.
Hygg væl og nær, og vakurleikin er eyðsýndur allastaðni.
Í lyngheiði vaksur ikki bert lyngur, men hópurin av øðrum spennandi og vøkrum blómum.
– Magnus Gaard
Eins og langabbin hevur Magnus serligan tokka til lyngheiðarnar. Seinastu 100 árini hava lyngheiðarnir í Føroyum verið fyri stórari minking, og tað er nakað, ið nívur Magnus. Lyngheiðarnir eru frá fjøruni og upp til 100-200 metra hædd. Teir eru mest á suður/eystursíðuni um landið – alt økið við Toftavatn, Rituvík, Leitisvatn, øll Havnin, og alt lendið kring Hoyvíkina eru upprunaliga stórir lyngheiðar. Og júst her hevur stórur fólkavøkstur verið, og hava lyngheiðarnir tí vikið fyri byggivøkstrinum, sum hevur verið.
Myndir: Klara Johannesen