EIN LODDRÆTTUR HEIMUR

Vit eru øll so ymisk. Meðan summi renna í hamstrarahjólinum tann líðilanga dag, so eru tað onnur, sum síga og klintra í bergum. 

Nasadjarvir føroyingar hava í túsund ár sigið og klintrað í berginum eftir fuglaeggum. Langt áðrenn Go-Pro og dronuútgerð. At hanga í leysari luft soleiðis er einki nýtt fyri føroyingar. Munurin er tó, at tá gjørdu vit tað av neyð. Nú gera tað vit tað til stuttleika. 

AT SÍGA 

Og stuttligt er tað. Mann er um at pissa í buks, men so skjótt, mann fer út av tromini, er kenslan ólýsandi. Har hongur mann og darlar sum ein annar sprellimaður. Tað kann samanberast við tey, sum áður hava lopið út í fallskíggja. Tey siga øll nakað tað sama: “Tað var heilt, heilt fantastiskt – og eg geri tað aldrin aftur!”

AT KLINTRA

At stara beint upp í ein steyrrættan grótvegg er sum at hyggja eina hægri makt í eyguni. Hetta er ikki at spæla við, tí mann veit ongantíð, hvat ið fer at henda. 

At síga er nógvar ferðir lættari enn at klintra. Orsøkin er einføld: tyngdarkraftin hjálpir tær niður. Tað øvuta er ikki galdandi. 

Umframt at vera ræðandi er tað eisini hart og tungt at klintra. Og mann nýtir allar vøddarnar – eisini vøddar, mann ikki eingongd visti, at mann hevði. Ja, sjálvt í fingrasnippinum hevur mann andsperri dagin eftir. 

TRYGD

Eingin fer klintrandi upp og sígandi niður í hamrar og berg sum ein eiturkoppur uttan at hava øll fyrilit. 

Gott er at venja í eini klintrihøll, áðrenn tit fara út í føroysku náttúruna. Og klintrið endiliga ikki sjálv, men setið tykkum í samband við professionellar klintrarar, sum hava neyðugu trygdarútgerðina, royndirnar og vitanina.