SUM FUGLUR Á FLOGI

Fyri 500 árum síðan kemur italiumaðurin Leonardo da Vinci brestandi inn í kontórið. Hann feiar alt av borðinum og setur seg at tekna. Hann teknar fuglar, hann teknar veingir, og hann teknar fólk við veingjum. Hann hevur verið og studerað fuglalívið í útjaðaraøkinum av Florens, tá ið hugskotið kom til hann – kunnu menniskju flúgva við hjálp av tøkni?

At sveimflúgva (en: hanggliding og paragliding) hevur verið sportur millum manna í nøkur áratíggju nú. Enn eru tó nógv, sum als ikki kundu funnið upp á slíkt. Hetta at sveima millum fjøll og skýggj er hvørki tiltalandi ella lokkandi, men heldur ræðandi.

So eru tað hini – tey, sum hava roynt tað eina ferð og síðan eru vorðin púrasta bitin og nú barasta ikki fáa nokk.

Leonardo sjálvur kom ongantíð á flog. Men sløk 500 ár seinni varð hugskot hansara vorðið veruleiki. Tað, sum hann sá fyri sær við tekniborðið í Florens, ber nú til – sjálvt her í Føroyum. Okkara fjallatindar og hamrar eru natúrlig fráfaringarstøð. Útsýnið úr erva er sum úr dreymi, men veðrið kann verða ein avbjóðing.

Reglur

At sveimflúgva er sjálvsagt ikki nakað, tit gera í ósketni. Slíkt virksemi mugu tit kunna tykkum væl um fyrst. Í Føroyum er eitt nú ikki loyvt at sveimflúgva í myrkri og ei heldur við vinningi fyri eyga. 

Annars er tað danska Trafikstyrelsen, sum umsitur reglur um sveimflúgving. Kunnið tykkum nærri á heimasíðu teirra. Eisini er ein reglugerð at taka niður niðanfyri. 

REGLUGERÐ UM AT SVEIMFLÚGVA
TAK NIÐUR