AMBOÐ til Ambassadørar
Her hava vit savnað hent amboð til ambassadørar, sum fara undir tilgongdina at bjóða seg fram sum vertir.
Ráðstevnuhondbókin: Tilgongdin frá A til OY, at skipa fyri vísindaligum ráðstevnum
Unordinary Meetings hondbók: Íblástur og konkret uppskot til at skipa fyri fundum og tiltøkum, sum eggjar til virknar luttakarar og leggja varðandi virðir eftir seg.
Burðardygg tiltøk: Ein amboðskassi, sum tryggjar at burðardygd er hugsað inn í øllum liðum í tiltakinum.
Tænastu- og møguleikayvirlit: Eitt yvirlit, sum lýsir Føroyar sum ferðamál í vinnuferðavinnuhøpi. Her er kunning um ferðasambond, gistingar- og hølismøguleikar, hvat ger okkum serlig og skilir okkum út sum ferðamál til altjóða fundir, ráðstevnur og tiltøk. Hent at hava til framløgur og sum eitt skjótt yvirlit at vísa á møguleikarnar sum vertland.
Myndir
Við hesi leinkju kemur tú inn í eitt myndakatalog, har tú frítt kanst taka myndir niður at brúka í framløgum ella øðrum tilfari um Føroyar. Fyri at taka myndir niður, so skalt tú hava eitt loyniorð. Ert tú ambassadør, so hevur tú atgongd til loynirorðið. Hevur tú tað ikki longu, send so ein teldupost til info@visitfaroeislands.com.
Filmar
Her kann okkara fundarfilmur takast niður, sum lýsir Unordinary Meetings í verki.
Í 2019 framleiddi Visit Faroe Islands serstakar smá filmar við okkara ambassadørum, sum vísa okkara serligu styrkir sum samfelag og gransking.
Filmarnir kunnu takast niður her: