RÁÐSTEVNUHANDBÓKIN
Ráðstevnuhandbókin er bæði ein góð hjálp og ein kelda til íblásturs til tykkum, sum vilja skipa fyri altjóða ráðstevnu ella fundi. Í handbókini fáa tit eitt yvirlit yvir – og hjálp til at loysa – tær mongu uppgávur, sum fylgja við, tá ið mann skipar fyri slíkum tiltøkum.
Vit í Visit Faroe Islands saman við Visit Tórshavn vilja fegin fáa fleiri altjóða ráðstevnur og fundir til Føroya. Tí ganga vit til handar og bjóða ókeypis ráðgeving og tænastu, so at tit eru ílatin til uppgávuna.
Handbókin fevnir sjálvandi ikki um alt, sum er at vita, men kortini eru nakrar grundleggjandi mannagongdir, sum ganga aftur, og tað eru hesar, sum handbókin lýsir.
Vónandi kveikir handbókin hugin til at skipa fyri. Vit gleða okkum at frætta frá tykkum og ynskja tykkum góða eydnu sum vertur.
Handbókin kann lesast her ella takast niður á telduna á niðanfyri.